Her er nýggja fjallasíðan hjá Pól Sundskarð

Í gjárkvøldið var framløga í Spaniastovu av nýggju “fjallasíðuni” Hiking.fo

Tekst & Myndir: Dávur Winther

 

Í gjárkvøldið var framløga í Spaniastovu av nýggju “fjallasíðuni” Hiking.fo, sum Pól Sundskarð hevur gjørt. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands lat síðuna almennt upp og segði nógv rósandi orð um hana sum eitt heppi amboð í teirra arbeiði at kunna um ferðamøguleikar í Føroyum fyri viðskiftafólk teirra.

 

Væl av fólki var komið saman til høvið og nógvar røður og sangur. Jonhard Larsen stýrdi kvøldinum og hevði nógv at siga frá um Pól og mongu brøgdini hann er kendur fyri, sama gjørdi Hedevig Matras, Árni Jacobsen, Sighild V. Johannesen og Guðrið Højgaard. Rani Nolsøe sang og spældi eisini nøkur løg inn ímillum innsløgini.

 

Sighild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini tók úr rúgvuni hjá Pól: Tók Topp Føroyar í 2013, síðani hevur hann gingið øll fjøllini í einum í Suðuroy 33 tímar, Vágoy 30 tímar, Borðoy 24 tímar, umframt 10 tey hægstu fjøllin í Føroyum upp á eitt døgn.

 

Eftir at síðan varð gjørd virkin greiddi Pól Sundskarð frá síðuni um longri og styttri túrar, um torrleikaføri, góðar ættir til tær ymsu leiðirnar, tú sært verðrið og hitan júst nú, vísti til yvirlit yvir ognarar at siga frá, tá ið farið verður í hagan, hópin av vøkrum myndum og filmsbrotum og mikið annað áhugavert.

Síðan er væl skipað við høgligum kortyvirliti, har tú sær hvøjar leiðir tú skal ganga, í mun til hvørji fjøll tú vil á.

 

Umframt at síðan er upplýsandi, so skal hon eisini vera viðvirkandi til tryggleika í fjøllunum, har til ber rættiliga at leggja ferð sína til rættis, áðrenn farið verður. Hon fæst eisini sum app til fartelefonina.

 

Á Hiking.fo stendur m.a. at lesa: “At ganga fjallatúrar í føroysku náttúruni er vorðin ein vaksandi ítrótt, bæði hjá føroyingum og útlendskum gestum, ið vitja okkara fagra land.

 

Tað er ikki heilt vandaleyst at ferðast í føroysku náttúruni. Avbjóðingarnar kunnu vera smáar og vandaleysar eins og stórar og lívshættisligar. Tí eru orð sum: fyrireiking, fyrivarni og persónlig trygd lyklaorð undan hvørjari fráferð.

 

Her er tað at www.hiking.fo skal vísa tær á slóðina.

 

Eingin ivi er um, at Hiking.fo er eitt hent amboð bæði hjá teimum, sum eru kend í fjøllunum, men ikki minni hjá einum sum vilja royna ókendar leiðir – og serliga fremmandum ferðafólkum, og tí er síðan eisini á enskum.