Her er nýggja nevndin hjá HB

Stjórin í Taks millum nýggju limirnar í nevndini

HB hevði í gjár aðalfund. Sum In.fo skrivaði fyri eini viku síðan, so bleiv fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, valdur til formann. Tveir kendi rmenn takkaðu fyri seg, meðan Eyðun Mørkøre, stjórin í Taks, er millum nýggju limirnar.

 

Les eisini: Kaj Leo skal stjórna HB

 

Finnbogi Arge og Børge B. Hansen, sum eru tveir kendir menn í føroyskum fótbólti, valdu at takka fyri seg. Jákup Eli Thomsen, Ragnar Joensen og Tórmóður Stórá stóðu fyri afturvali, meðan Rani Debes Christiansen, Eyðun Mørkøre og Thomas Juul S. Thomsen blivu valdir í nevndina saman við Kaj Leo H. Johannesen. Bent Tommy Linklett og Sigrun Mikkelsen blivu vald sum tiltakslimir.

 

Les eisini: Fyrrverandi løgmaður skal stýra HB

 

Nevndin skipaði seg við Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni, Tórmóði Stórá sum næstformanni, Rani Debes Christiansen sum skrivara og Jóannes Mouritsen sum kassameistara, skrivar HB.fo.

 

Áskoðarin ein trupulleiki

Á heimasíðuni hjá HB stendur stendur ein lítil samandráttur frá aðalfundinum. Ein afturvendandi trupulleiki í HB er minkandi áskoðaratalið.

 

Les eisini: HB skal hava nýggjan formann

 

- Tíverri kundi staðfestast, at inntøkur frá áskoðarum eru støðugt minkandi, og nakað av kjaki var um, hvussu henda gongdin kundi vendast, skrivar HB.fo.

 

Sum skilst, so verður stórur dentur langdur á áskoðaran í framtíðini.