Ein av hesum 10 verður nýggjur formaður í Fólkaflokkinum í dag. Av tí at Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, eru 10 møguleikar eftir – og ikki 11 – og enn er púra opið, hvør tað verður

Her er nýggi formaðurin hjá Fólkaflokkinum

Í dag fellir avgerðin um, hvør av hesum 10 fólkunum verður nýggjur formaður í Fólkaflokkinum

Ein av hesum 10 verður nýggjur formaður í Fólkaflokkinum í dag. Av tí at Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, eru 10 møguleikar eftir – og ikki 11 – og enn er púra opið, hvør tað verður

Tað eru 11 fólk, sum kunnu veljast til formann í Fólkaflokkinum. 10 mans og ein kvinna. Tað eru 27 fólk, sum í kvøld fara at taka avgerðina, 26 mans og ein kvinna.

 

Jørgen Niclasen leggur frá sær sum formaður, tí eru bara 10 møguleikar. Tað eru fólkini, sum umboða flokkin á tingi og í landsstýri.

 

Fyri fyrstu ferð er tað púra opið, hvør skal vera nýggi formaður floksins. Tað var tað ikki 2007, tá Anfinn Kalsberg peikaði á Jørgen Niclasen sum nýggjan formann. Tað var tað heldur ikki í 1994, tá Anfinn Kalsberg tók við eftir Jógvan Sundstein. Og tað var tað heldur í 1980, tá Jógvan Sundstein tók við eftir Hákun Djurhuus.

 

Fólkaflokkurin hevur eina rættiliga sermerkta skipan at velja formann. Tað eru bara løgtings- og landsstýrisfólk floksins, sum kunnu veljast. Og fyri at kunna stilla upp, skalt tú hava fýra stillarar, sum skulu vera løgtings- ella landsstýrisfólk. Og hvør stillari kann bara vera stillari hjá einum valevni. Tað merkir, at í mesta lagi tvey fólk kunnu stilla upp.

 

Í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum eru umframt løgtings- og landsstýrisfólkini formenninir í øllum lokalfeløgunum umframt ein persón úr hvørjum felag. 

 

Tey 27 fólkini eru sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum hesi:

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

 

Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

 

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Christian Andreasen, løgtingsmaður, formaður fyri tingbólkin

 

Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, løgtingskvinna

 

Beinir Johannesen, løgtingsmaður

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, floksformaður

 

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður

 

Heðin Zachariasen, løgtingsmaður 

 

Símun Gullaksen, Norðoya Fólkafloksfelag

 

Hallstein Jacobsen, Norðoya Fólkafloksfelag

 

Eyðun á Lakjuni, Eysturoyar Fólkafloksfelag

 

Michael Dalbø, Eysturoyar Fólkafloksfelag

 

Áki Olsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag

 

Bárður Poulsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag

 

Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen, Vága Fólkafloksfelag

 

Høgni Egilstoft Nielsen, Vága Fólkafloksfelag

 

Rói B. Poulsen, Havnar Framburðsfelag

 

Regin W. Dalsgaard, Havnar Framburðsfelag

 

Ingimar Thomsen, Sandoyar Fólkafloksfelag

 

Leif Krogh Mortensen, Sandoyar Fólkafloksfelag

 

Jóhan Eli Poulsen, Suðuroyar Fólkafloksfelag

 

Knútur Nygaard, Suðuroyar Fólkafloksfelag

 

Erling Mørkøre, Huxa

 

Eyðstein Zachariasen, Huxa

 

 

 

Ein av hesum 10 verður nýggjur formaður í Fólkaflokkinum í dag. Av tí at Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, eru 10 møguleikar eftir – og ikki 11 – og enn er púra opið, hvør tað verður