Her er nýggi venjarin hjá NSÍ

Nú hevur NSÍ sum tað seinasta felagið í Effo-deildini sett venjara

Fyri løtu síðani skrivaðu Anders Gerber og NSÍ undir ein eitt ára sáttmála. 39 ára gamli danin verður sostatt høvuðsvenjari hjá NSÍ.

Anders Gerber er uppvaksin í Silkeborg, og hevur hann seinastu 5 árini verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá Silkeborg. Hetta samstarvið steðgaði í summar.

Áður hevur verið Anders Gerber millum annað verið høvuðsvenjari í Aarhus Fremad frá 2004-2008. Eisini hevur hann verið høvuðsvenjari í FC Fyn frá 2008-2011, har hann millum annað vandi okkara egna Viljormur Davidsen. Hóast sín unga aldur, so hevur Anders Gerber sostatt drúgvar royndir sum venjari.

Anders Gerber er kendur sum ein nærlagdur venjari, ið krevur nógv av sínum leikarum. Hann sigur við heimasíðuna hjá NSÍ, at hann er sera spentur uppá uppgávuna.