Her er nýggja venjaratoymið hjá AB

Argjamenn hava í morgun sett navn á menninar, sum skulu standa á odda fyri AB

Tað verður ikki óvæntað Oddbjørn Joensen, sum tekur við eftir at Bill M. Jacobsen valdi at siga upp sum høvðusvenjari hjá AB fyrr í vikuni. Nýggjur hjálparvenjari verður skaddi miðverjin, tann 26 ára gamli Morten Overggard.

 

Oddbjørn Joensen var hjálparvenjari hjá Bill M. Jacobsen, og stóð á odda fyri liðnum skírisdagin, tá AB tapti 4-1 í Klaksvík fyri KÍ. Oddbjørn hevur fyrr verið venjari á Argjum. Hann var fyrst venjari frá 1999 til 2001, og stóð á odda fyri liðnum fyrstu dystirnar í bestu deildini nakrantíð í 2007. Oddbjørn Joensen stóð í fjør á odda fyri FM vinnaandi HB liðnum.

 

Morten Overgaard kom til AB í 2007. Hann hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í miðverjuni, tá hann hevur verið klárur. Skaðar hava tó gjørt sítt til, at Morten Overgaard sum bara 26 ára gamal er blivin hjálparvenjari í felagnum. Hann spælir ikki aftur fyribils.

 

AB hevur fingið eina minni góða byrjan upp á kappingarárið í ár. Tað er blivið til fýra stig í Effo-deildini, men avrikini hava ikki verið sannførandi. Í steypakappingini megnaði liðið akkurát at vinna á TB úr 1.deild.

 

Mánadagin er dystur móti B68 á Toftum. Hesin dysturin kann fáa stóran týdning fyri bæði liðini í botnstríðnum.