Her er skráin fyri vitjanina hjá drotningini

Fullfíggjað skrá fyri drotningavitjanina eru nú almenn

(Mynd: Liselotte Sabroe)

Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya í dag.

 

Í morgin byrjar almenni parturin av vitjanini í Havn, har drotningin millum annað vitjar Tinganes, Løgtingið, Skúlan av Fløtum og Sjóvinnuhúsið. Í annaðkvøld verða løgmaður og frú vertir fyri veitsludøgurða.

 

Fríggjadagin verður farið til Svínoyar og Fuglafjarðar, har drotningin millum annað fær høvið at síggja Ribarhús, Framherja, Fuglafjarðar skúla og Mentanarhúsið.

 

Leygardagin verður vitjað í Vestmanna, Kvívík, á Vatnsoyrum og í Miðvági. Sunnudagin fer drotningin til gudstænastu í Fríðrikskirkjuni á Toftum, áðrenn hon seinnapartin sunnudagin vitjar Strendur.

 

Margretha drotning fer av landinum aftur mánadagin 19. juli.

 

Fulfiggjað skrá fyri vitjanina kann lesast her

 

(Mynd: Liselotte Sabroe)