Her eru bestu dómararnir

Gert Hansen og Arnar Dam eru júst kosnir sum bestu hondbóltsdómararnir í vetur

Tað eru ikki bara spælarar, sum verða heiðraði í Vági í kvøld.

 

Bestu dómararnir skulu eisini finnast, og her fall valið í ár á Gert Hansen og Arnar Dam. Teir hava havt støðug avrik í vetur, og eitt nú dømdu teir eisini kvinnufinaluna í steypakappingini.

 

Saman við teimum vóru hini tilnevndu pærini Eyðun Samuelsen/Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Uni Wardum/Hannis Wardum.