Tað er nú greitt hvørjum liðum Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir skulu møta í deildarspælinum í Conference League.
Víkingur Reykjavík møtir hesum liðunum á heimavølli: Djurgården (Svøríki), Cercle Brügge (Belgia) og Borac Banja Luka (Bosnia Hersogovina).
Víkingur Reykjavík møtir hesum liðunum á útivølli: Omonia (Kýpros), LASK (Eysturríki), og Noah (Armenia).
36 lið eru í Conference League. Nummar eitt til átta fara beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar. Nummar níggju til 24 spæla dystir um at sleppa í áttandapartsfinalurnar. Nummar 25 til 36 eru úti av kappingini.