Her eru álvarsligir feilir í

Metingarfyritøkan Moody´s hevur gjørt onkrar álvarsligar feilir í tí góðu kredittmetingini, hon gav Føroyum nú ein dagin

– Eg haldi ikki, at niðurstøðan hjá Moody´s er heilt so avgjørd, sum Landsbankin vil gera hana til. Tað heldur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, nú altjóða metingarfyritøkan, Moody´s hevur givið Føroyum avbera gott skoðsmál í seinastu meting síni, sum varð almannakunngjørd fyrr í vikuni.

 

 

Johnny í Grótinum heldur, at sjálvsagt er tað viðkomandi hjá Moody´s at meta um støðuna í fiskivinnuni, men hann heldur samstundis, at Landsbankin ger ov nógv av, tá ið hann tulkar niðurstøðuna hjá Moody´s um, hvønn týdning tað fer at fáa, at fara frá eini fiskidagaskipan, yvir til eina kvotuskipan, sum samgongan ætlar.

 

 

Landsbankin sigur, at niðurstøðan hjá Moody´s er, at verður fiskivinnan í Føroyum løgd um til eina kvotuskipan hevði tað verið gott fyri kredittvirðið hjá Føroyum.

 

Johnny í Grótinum heldur ikki, at tey í Moody´s eru so avgjørd í síni niðursøðu, og hann hevur eisini varnast álvarsligar feilir í metingini hjá Moody´s, og hann heldur enntá, at á summum økjum eru tey heldur bláoygd, ella óvitandi.

 

Trýst á pílin undir myndini og les um, hvat Johnny í Grótinum meinar við, tá ið hann heldur, at Landsbankin hevur yvirtulkað boðskapin frá Moody´s, og hví hann sigur, at tað álvarsligir feilir í niðurstøðuni hjá Moody´s.