Tað eru nú tríggir møguleikar, ið eru mest sannlíku, eftir at brexitavtalan hjá Theresu May í dag enn einaferð varð vrakað í Undirhúsinum.
Bretland er úr ES 12. apríl, um ikki bretska tjóðartingið innan ta tíð finnur aðra loysn.
Samanumtikið eru nú tríggir møguleikar, ið eru teir mest sannlíku: Bretland fer úr ES uttan eina avtalu, ein drúgv útseting ella verður avtalan hjá Thersu May góðkend.
– Eingin avtala:
Um eingin loysn er innan 12. apríl, verður talan um eitt sokallað hart brexit uttan nakra skilnaðaravtalu.
Tingið í London hevur fyrr samtykt, at Bretland ikki fer úr ES í einum hørðum breit. Tað kann merkja, at tingið skal semjast um at heita á ES um at útseta brexit.
– Ein drúgv útseting:
Kallað er til eyka ES-toppfund 10. apríl at tingast um støðuna. Her kann Therersa May heita á ES um, at Bretland fær eina drúgva útseting til at umhugsað brexit-ætlanina av nýggjum.
Tað kann til dømis vera at royan at samráðast um eina nýggja avtalu við ES, halda eina fólkaatkvøðu, ella kanska enntá at skriva út val til Undirhúsið.
Ein nýggj útseting kann gerast drúgv og føra við sær, at Bretlan skal hava val til ES-tingið síðst í maimánaði.
– Meiriluti fyri avtaluni hjá May:
Sjálvt um tað í løtuni tykist ósannlíkt, so hava bretar enn møguleika fyri at atkvøða fyri ætlanini hjá Theresu May, sum í dag varð feld í tinginum fyri triðju ferð.
Atkvøða bretar fyri avtaluni áðrenn klokkan 23 í kvøld, so fer tey ikki úr ES fyrr enn 22. mai. Verður ikki atkvøtt fyri avtaluni áðrenn klokkan 23 í kvøld, so skulu bretar úr ES 12. apríl.
Áðrenn 12. apríl kann Theresa May tó royna at fáa til lívs aftur avtaluna og fáa hana til atkvøðugreiðslu.
Á henda hátt royndi Undirhúsið mikudagin. Tá vóru átta uppskot til atkvøðugreiðslu. Øll vórðu feld.
Keldur: Reuters, AFP
/ritzau/
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }