Her eru úrslitini frá steypakappingini í estetiskum fimleiki

Kappingin varð hildin í Bylgjuni í Runavík

Í dag skuldu vinnararnir av steypakappingini hjá estetiska fimleikinum finnast, og kappingin varð hildin í Bylgjuni í Runavík. Hetta var seinna steypakappingin, og tað var sera tætt í fleiri kappingum.

 

Úrslitini gjørdust hesi:


Steypavinnarar hjá pinkum gjørdist Mira úr Havnar Fimleikafelag

Steypavinnarar hjá smágentum, gjørdist Rósan úr Støkk

Steypavinnarar hjá gentum gørdist Freia úr Havnar Fimleikafelag

Steypavinnarar hjá unglingum gjørdist Lyra úr Fimleikafelagnum Ljósið

Steypavinnarar hjá kvinnum gjørdist Hulda úr Havnar Fimleikafelag

 

FM kappingin verður 4. og 5. mai.