Her eru teir útvaldu til FIFA Ballon d’Or 2012

Listin við teimum 23 leikarunum, sum eru í uppskoti til FIFA Ballon d’Or 2012 er nú kunngjørdur. Lionel Messi og Cristiano Ronaldo eru favorittar at vinna.

 

FIFA Ballon d’Or er heitið á heiðursløn, sum altjóða fótbóltssamgongan og franska blaðið, France Football, í felag handa til ársins leikara í einum ári. Talan er um avrik í frá januar til desembur í givna árinum.

 

Listin fyri 2012 er nú kunngjørdur og teir 23 eru:

 

Sergio Aguero (Man City), Xabi Alonso (Real Madrid), Mario Balotelli (Man City), Karim Benzema (Real Madrid), Gianluigi Buffon (Juventus), Sergio Busquets (Barcelona), Iker Casillas (Real Madrid), Didier Drogba (Chelsea/Shanghai Shenhua), Radamel Falcao (Atletico Madrid), Zlatan Ibrahimovic (Milan/PSG), Andres Iniesta (Barcelona), Lionel Messi (Barcelona), Manuel Neuer (Bayern), Neymar (Santos) Mesut Ozil (Real Madrid), Gerard Pique (Barcelona), Andrea Pirlo (Juventus), Sergio Ramos (Real Madrid), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Wayne Rooney (Man Utd), Yaya Toure (Man City), Robin van Persie (Arsenal/Man Utd) Xavi (Barcelona).

 

Listin verður minkaður niður í tríggjar tann 29. novembur. Hvørjar tríggjar hevði tú valt?