Heri hevur aftur brotið fótin

Felags fyri bæði HB og Víking er, at tað hevur fyrstu raðfesting av vinna seg í steypafinaluna

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl á Tórsvølli. HB fær vitjan av Víkingi, og dysturin snýr seg um at vinna annað plássið í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið 29. oktober. Víkingur er næstfremst í landskappingini, og HB er á triðja plássi. Harvið hava bæði feløgini tryggjað sær pláss í Europa næsta summar, og tá ið møguleikin at vinna gull í landskappingini er burtur, er fokus nú fult og heilt á at vinna gull í kappingini um løgmanssteypið.

 

Fyrra hálvfinalan var í Sarpugerði mikukvøldið 7. september. Tað endaði 2-2, og tað var ógvuliga hendingarríkt og dramatiskt. Sølvi Vatnhamar legði Víking á odda bæði 1-0 og 2-1, og Bartal Wardum javnaði til 1-1, áðrenn hann tveir minuttir undan steðginum sá beinleiðis reytt kort.

 

Hálvleiksstøðan var 2-1. 10 minuttir eftir steðgin sá miðvallarin Noah Mnenéy gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað 10 ímóti 10 í 35 minuttir. Seks minuttir undan leikloki javnaði Áki D. Samuelsen til 2-2.

 

Hjá HB kemur tað illa við, at stinni vongverjin í høgru Heri Hjalt Mohr fyri aðru ferð í ár hevur brotið fótin og tískil ikki verður tøkur aftur í ár. Í 2-1 tapinum ímóti B68 síðsta sunnudag fór hann longu í 27. minutti skaddur av vøllinum. Tá hevði hann framúr væl blokerað skotroynd frá Boubacar Dabo, eftir at teir høvdu kapprunnið á mest sum allari HB hálvuni. Hetta er aðru ferð í ár, at Heri hevur brotið fótin. Hann var ikki á HB liðnum í landskappingini frá 27. mai og fram til 27. august.

 

Hin vongverjin í høgru er Hanus Sørensen. Hann var ikki á listanum ímóti B68, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld.

 

Ímóti B68 varð málverjin Teitur Matras Gestsson útskiftur longu í fyrsta minutti. Hann er darvaður av skaða í rygginum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Sunnudagin avloysti Bjarti Vitalis Mørk. Bartal Wardum sat sunnudagin á beinkinum. Hann verður á vøllinum í kvøld.

 

Hjá Víkingi var Jákup Johansen ikki millum teir fyrstu ellivu síðsta sunnudag. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði 12 minuttir. Hann er darvaður av vøddaskaða, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Eykamenninir Signar á Brúnni og málverjin Hans Jákup Arngrímsson eru burturstaddir.

 

Í landskappingini hava HB og Víkingur dystast tríggjar ferðir. Í Sarpugerði vann Víkingu 4-2, meðan HB á heimavølli tvær ferðir hevur vunnið 2-1.

 

HB – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 19.00.