Her hevur verið gott at vera

Ofta eru vit ósamd, men huglagið er gott, sigur løgtingsmaður, sum takkar fyri seg eftir at hava verið á tingi út í eitt í yvir 20 ár

Her hevur verið gott at vera. Tað sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.  Í morgun var seinasti løgtingsfundur fyri valið 8. desembur, og hetta er samstundis seinasti tingfundur hjá 65 ára gamla Jákupi Mikkelsen yvirhøvur. Hann hevur nevniliga gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur og sostatt brúkti hann hendan seinasta tingfundin sum høvi til at takka fyri seg í politikki.

Jákup Mikkelsen hevur verið politikari í nógv ár. Fyrstu ferð hann kom á ting, var annars fyri 33 árum síðani, í 1989, tá ið hann var varamaður fyri Anfinn Kallsberg, men síðani 2002 hevur hann sitið á Løgtingi út í eitt.

Tann 15. novembur í 2011 varð hann settur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men tað var ein stokkut løta, tí longu 15. februar í 2012, loysti Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður, hann úr starvið. Jákup Mikkelsen er svágur ein av okkara størstu reiðarum Hanus Hansen, og tí varð mett, at hann var ógegnigur at vera landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Sostatt hevur Jákup Mikkelsen verið í eitt langt tíðarskeið og hesa tíðina hevur stór útskifting verið í Løgtinginum. Men hann sigur, at tað við gleði at hann hugsar um allar teir politikarar hann hevur arbeitt saman við øll hesi árini.

Hann heldur, at tað er ein framíhjárættur at hava verið løgtingsmaður í einum tíðarskeiði, sum hevur verið merkt av so stórari, samfelagsligari menning, sum aldrin áður í søguni.

Hann harmast um, at tveir politikarar í Fólkaflokkinum, eru farnir í aðrar flokkar. Her sipar hann til, at Annika Olsen er farin í Tjóðveldi og Sólvit E. Nolsø er farin í Framsókn. Men hann helt, skemtiliga fyri, at tað kann vísa seg at verða ein fyrimunur hjá Fólkaflokkinum at hava umboð í øðrum flokkum eisini.

Jákup Mikkelsen takkaði øllum politikarum, hann hevur sitið á tingið saman við, bæði í samgongu og í andstøðu, fyri eitt framúr gott samstarv, sum hann kallaði tað, hóast tey mangan eru ósamd um ymisk mál. Men huglagið ímillum politikararbar hevur gjørt tað gott at vera í Løgtinginum.

Hann takkaði eisini umsitingini í Løgtinginum, sum hann heldur er heilt framúr, og sum hann hevur fult álit á. Og so hevði hann eisini eina serliga tøkk til Mariu í kantinuni í Løgtinginum. Hann heldur, at kantinan er ein týdningarmikil partur av arbeiðnum í Løgtinginum og hann heldur, at Maria fær 33 michelinstjørnur úr Løgtinginum – eina frá hvørjum tinglimi.

At enda takkaði hann eisini øllum veljarunum, sum høvdu givið honum møguleikan, og familjuni, sum hevði stuðlað honum alla tíðina.