Tað er ikki heilt greitt, hví játtanin til royndarverkætlanina um orðblindaundirvísing varð strikað. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
- Sum eg dugi at síggja, hevur mann tikið eina politiska avgerð um at niðurleggja hatta uttan at siga, hvat skal gerast ístaðin, sigur Jenis av Rana, sum ikki hevði tikið við sum landsstýrismaður, tá játtanin varð tikin burtur.
Jóhan Marni Stenberg, varaskúlastjóri á Santa Frants skúla, greiddi í Sosialinum mánadagin frá, at játtanin, ið skúlin hevði havt til eina royndarverkætlan til orðblindaundirvísing, varð uttan fráboðan strikað í juni mánaði.
Skúlin hevði verið karmur um royndarverkætlan, har orðblindir næmingar í Tórshavnar kommunu kundu koma á skúlan tveir dagar um vikuna til orðblindaundirvísing. Umframt orðblindu næmingarnar á Santa Frants skúla høvdu aðrir næmingar eisini notið av undirvísingini, men tá játtanin fyrilá í juni mánaði sást, at peningurin til orðblindaverkætlanina var spard burtur.
Orðblindalærari er á skúlanum, men tímatalið, ið lærarin hevur til at arbeiða við orðblindni er sera avmarkað, bert fýra og ein hálvan tíma um vikuna. Hesir tímarnir skulu nýtast til at gera kanningar, ráðgeva øðrum lærarum umframt at geva undirvísing til orðblindar næmingar, so tímatalið er ikki nøktandi, sigur Jóhan Marni Stenberg. Skúlin er tí farin undir at gera tillagingar í tímunum, soleiðis at orðblindalærarin fær meira tíð til orðblindaundirvísing. Hetta er tó bert eitt tilboð til næmingarnar á Santa Frants skúla.
- Tað, sum er óheppið, er tað, at hatta var nakað ítøkiligt, sum nú er tikið burtur. So mugu skúlarnir taka sær av tí í hvør sínum lag og gjalda tað av teirri játtan, sum teir fáa til serundirvísing, sigur Jenis av Rana og leggur aftrat, at játtanin til serunirvísing er annars ikki hækkað samstundis.
Santa Frants skúli varð ikki tikin upp á ráð, tá játtanin var strikað, sigur Johan Marni Stenberg, og hevur sostatt ikki verið partur av nakrari eftirmeting um, hvussu verkætlanin eydnaðist. Jenis av Rana sigur samstundis, at hann hevur ikki nakra ítøkiliga frágreiðing um, hvussu verkætlanin eydnaðist, men at hann má bara ganga út frá, at verkætlanin var vælumtókt, tí foreldur í nøkur ár valdu at senda børnini til orðblindaundirvísing á Santa Frants skúla.
Neyðugt verður tí at fáa fund við undivísingarstýrið og onnur avvarandi embætisfólk fyri at vita, hví játtanin varð tikin burtur.
- Tað einasta, sum eg kann siga nú, er, at eg fari at biðja um eina frágreiðing, og eg vil gjarna hava at vita, hví hetta er tikið burtur, uttan at nakað annað er komið ístaðin, og hví tað ikki er tryggjað, at skúlarnir verða raðfestir til at kunna taka sær av hesum.
- Eg vil øgiliga fegin hava eitt ítøkiligt tilboð aftur, sum er meira enn eitt royndartilboð. Tá eitt royndartilboð er liðugt, so skal tað eftirmetast, so vit kunnu vita, hvat vit skulu gera ístaðin, sigur Jenis av Rana og leggur aftrat, at tað ber ikki til bara at avtaka tilboð, tí so mugu onnur tilboð koma ístaðin.
- Hetta er ein bólkur, sum vit skylda at geva eitt tilboð, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.