Her skal sjúkrahús byggjast eftir 10 døgum

Her verður eitt øgiligt virksemi teir næstu dagarnar, nú Kina fer at byggja eitt nýtt sjúkrahús við 1000 sengrum eftir bara 10 døgum.

 

 

 

 

Ein heilur herur av maskinum arbeiða nú við fullari megi í Wuhan í Kina, nú byggjast skal eitt nýtt sjúkrahús við 1000 sengrum til sjúklingar, fongdir við corona-virusi - og eftir bert 10 døgum skal sjúkrahúsið standa liðugt.

Sambært CNBC News eru fleiri enn 1300 fólk staðfest smittað við corona-virusi í miljónbýnum, Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina, síðan útbrotið við corona varð staðfest í desember.

41 fólk eru skrásett deyð av sjúkuni, og 237 eru álvarsliga sjúk.

Corona-virus er higartil eisini staðfest í nøkrum fáum øðrum londum enn Kina, men serfrøðingar siga, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær virusið rakar fleiri lond. 

Í Wuhan byggja tey í hesum døgum eitt serstakt sjúkrahús til at taka sær av sjúklingum við corona-virusi, og sambært kinesiskum myndugleikum, sum hava úttalað seg til Associated Press, stendur sjúkrahúsið liðugt longu hin 3. februar.

Nýggja sjúkrahúsið verður stívliga 25.000 fermetrar stórt. Verandi sjúkrahús í býnum hevur ikki kapasitet til at viðgera øll tey, sum eru og væntandi verða rakt av corona-virus.

Í Wuhan búgva 11 miljónir fólk.

Modellið aftan fyri nýggja sjúkrahúsið er eitt sjúkrahús, sum varð bygt í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing í apríl í 2003 og sum viðgjørdi umleið 15 prosent av øllum teimum, sum vórðu rakt av SARS-umfarssjúkuni.

450 læknar skulu standa klárir at fara til arbeiðis á nýggja sjúkrahúsinum í Wuhan um nakrar dagar. Í løtuni eru 36 miljónir kinesarar raktir av, at eingin almenn ferðsla er í teirra øki. Stongt er fyri almennari ferðslu í Wuhan og í ellivu øðrum býum nærindis.

##med2##

Tað seinasta nýggja úr Wuhan er, at 400 hernaðarlæknar komu til býin í gjár, harav fleiri av læknunum hava royndir við at basa Ebola.

Amerikanskir myndugleikar hava nú eisini skipað soleiðis fyri, at amerikanarar sleppa heim úr smitturakta miljónbýnum, Wuhan. Tað veit Wall Street Journal at siga í dag.

Myndugleikarnir í Hongkong hava eisini lýst undantaksstøðu orsakað av vandanum fyri útbreiðslu av corona-virusinum. Miljónbýurin steingir eitt nú allar skúlar og avmarkar tokferðslu.

Fimm tilburðir við corona-virus eru nú staðfestir í Hongkong. Øll, sum skulu til Hongkong úr øðrum kinesiskum býum, skulu skriva undir eina heilsuváttan.

##med3##