Her skalt tú rinda fyri at standa

Nú eru dagarnir við ókeypis parkering í høvuðsstaðnum skjótt taldir, um tað verður sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, vil. – Havnin er ein stórbýur, og í einum stórbýi rindar tú fyri at seta bilin. Tí halda vit tað vera gott, og so fáa vit eina natúrliga útskifting á parkeringsplássunum í miðbýnum

Komandi hósdag fer býráðið at viðgera parkeringina í Tórshavn, tí nú heldur býráðið, at tað er upp á tíðina, at ókeypis parkering í miðbýnum er ein farin tíð.

- Hetta er nakað, vit hugsa álvarsliga um, tí tað eru nógvir bilar, sum standa á millum øðrum Skálatrøð í dagar og mánaðir. Tað er ikki soleiðis vit vilja hava parkeringina í miðbýnum. Vit vilja hava eina natúrliga útskifting á parkeringsplássunum, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Ætlanin er tí at seta parkometur á øll parkeringsøki í miðbýnum, og so rindar tú fyri at standa har.


Prísurin

Heðin Mortensen greiðir frá, at enn er ikki greitt, hvussu nógv tað skal kosta at standa á ymsu økjunum í býnum, men hann metir, at tað verður ein prísur, sum samsvarar við grannalondini.

Somuleiðis fegnast hann, at tað fer at bera til at velja, hvussu leingi mann vil standa.

- Sleppur tú at avgera sjálvur, hvussu leingi tú sleppur at standa, so sleppir tú undan at renna út í tún annanhvønn tíma at flyta skivuna ella bilin, greiðir hann frá.

Hann leggur afturat, at hann ímyndar sær, at tólini verða sett soleiðis, at fólk kunnu rinda fyri at standa upp til fýra tímar, og so mást tú flyta bilin. Men júst hetta, hevur hann ikki gjørt so nógvar tankar um, tí tað ber til at seta tólini til tað tímatal, sum mann ynskir.


Set bilin í Gundadali

Somuleiðis er borgarstjórin sannførdur um, at fólk, sum arbeiða í miðbýnum, ikki hava tørv á at seta bilin so nær arbeiðsplássinum.

- Tað er rørsluár, so hví ikki seta bilin í Gundadali, har ein rúgva av parkeringsplássum eru? Tað tekur jú ikki meiri enn fimm minuttir at ganga oman í miðbýin, sigur borgarstjórin.

Hann er somuleiðis sannførdur um, at havnarfólk fara at fegnast um hetta tiltak, tí so verða ikki so nógvir bilar av bygd, sum standa mitt inni í býnum.

Eisini heldur hann, at hetta ætlaða tiltak, ikki kemur at órógva tey, sum búgva inni í býnum.

- Mær vitandi eru tað ikki so nógv, sum búgva beint við hesi parkeringsplássini, og hesir takstir verða bara galdandi í arbeiðstíð, eins og tað er í dag, greiðir hann frá.


Hvílur í sær sjálvum

Heðin Mortensen roknar ikki við, at Tórshavnar kommuna fer at spinna gull úr hesi ætlan, men hann er sannførdur um, at tað ikki verður nøkur útreiðsla.

- Eg rokni ikki við, at vit fara at vinna nógvan pening úr hesum, men tað er ikki meiningin, at ætlanini skal kosta nakað, metir hann.

Hóast tað kemur at kosta eitt sindur at seta bilin í miðbýnum, so roknar borgarstjórin við, at tiltakið verður gott fyri býin.

– Havnin er ein stórbýur, og í einum stórbýi rindar tú fyri at seta bilin. Tí halda vit tað vera gott, og so fáa vit eina natúrliga útskifting á parkeringsplássunum í miðbýnum, sigur hann.


Viðgera hósdagin

Hósdagin verður fundur um hesa ætlan, sum hevur verið fyrireikað í eina tíð, umframt, at kanningar eru gjørdar av nýtsluni av parkeringsplássunum, og borgarstjórin roknar við, at undirtøka verður í býráðnum, og so fer málið í teknisku nevnd.

Enn eru hvørki prísur, ella endalig tíðarætlan klár.


kassi

Prísir í grannalondum

Keypmannahavn: 28 krónur

Stokkholm: 15 krónur

Oslo: 15 krónur

Reykjavík: 4 krónur

Helsinki: 23 krónur

London: 30 krónur

Krónutalið er fyri ein tíma í miðbýum í grannalondunum hjá okkum. Tølini eru ikki heilt vís, men skuldu givið eina ábending um prísin.