Her trívast vit best

Jógvan og Miriam Heinesen eru eini ung hjún, sum búgva á Viðareiði og eiga Hotel Norð. Jógvan var blaðungur, tá hann keypti sín part í hotellinum saman við mammu síni, og fyri stuttum keypti hann so mammu sína út, so nú eiga tey bæði Hotel Norð

SamrøÐa



Viðareiði: Í einum gomlum húsum í bygdini býr familjan Heinesen. Tvey vaksin og tríggir dreingir undir skúlaaldur. Foreldrini eru 27 ára gamli Jógvan Heinesen, sum er kokkur og hotelleigari og konan, Miriam Heinesen, sum er 25 ára gomul.
Teirra dagliga starv fevnir um raksturin av hotellinum í bygdini. Hotellið fyllir nógv í teirra gerandisdegi, men allarmest um summarið.
Hotellið er bert opið eftir avtalu vetrarhálvuna. Frá mai til 1. september er tað tó alment opið. So summarfrítíðin hjá familjuni, hon er sum best ber til.
? Vit halda summarfrítíðina, tá tað passar best. Onkuntíð fara vit bara eina páskaferð, ella fara vit um veturin. Tað ganga vit ikki so høgt uppí, greiðir Miriam brosandi frá.
Hon heldur fram, at hon ikki sjálv er so nógv á hotellinum, tí enn eru synirnir so lítlir. Teir eru seks, fimm og tvey ára gamlir, og henni dámar sera væl at ganga heima og passa teir.
? Eg havi valt at fáa míni børn, og eg vil eisini gjarna passa teir sjálv, men fyri tað merkir tað ikki, at eg ikki kann taka eina hond í á hotellinum, sigur hon.
Blaðungur eigari
Í 1996 keyptu mamma og mostir Jógvan, sum vanliga verður róptur Egga, hotellið. Tað hevði staðið tómt í eitt ár undir kreppuni, men so keyptu tær tað fyri at fáa gongd á virksemið og ferðafólkatalið í bygdini aftur.
Egga sigldi ta tíðina sum kokkur við Christian í Grótinum. Hann hevði gingið hálvt ár á kokkaskúla í Klaksvík, men á sumri í 1996 fór hann í land. Leiðin gekk til Danmarkar í skúla í eitt hálvt ár sum liður í hotelkokkútbúgvingini. Annars lærdi hann á hotel Hafnia í Tórshavn.
Meðan hann stóð í læru, keypti hann mostur sína út úr hotellinum, og síðani róku mamman og hann hotellið fyri tað mesta.
? Mær dámdi hotellarbeiðið væl, og tað er ikki hvønn dag, tú fært ein møguleika til at keypa teg inn í eitt hotell, sigur Egga.
Í desember 1998 vórðu Egga og Miriam gift. Pápi Miriam, sum er Karsten Hansen, fyrrverandi sýslumaður í Klaksvík og landsstýrismaður í fíggjarmálum, vígdi tey á sjálvum hotellinum.
? Eg minnist, at tað var heilt løgið at koma gangandi eftir gongini har á hotellinum sum brúður, greiðir Miriam frá, men eygnabráið sigur tó sína egnu søgu, meðan hon hyggur upp á mannin hjá sær. Síðani komu synirnir tann fyrsti í 1998, næsti í 2000 og tann yngsti í 2002. Egga keypti sostatt sín part í hotellinum, giftist og fekk tveir synir ? alt meðan hann stóð í læru sum hotellkokkur á Hafnia.
Frítt
Egga og Miriam halda als ikki, at tað er ov bundisligt at eiga og reka hotellið. Tey greiða bæði frá, at tey vita, nær tað fer at leika á.
? Tað eru hasir summarmánað-irnir, har vit hava opið alla tíðina, tað leikar hart á. Annars er tað rættiliga frítt, tí um veturin verður hotellið nýtt til annað virksemi, greiðir Egga frá.
Eini fýra ella fimm fólk arbeiða á hotellinum fulla tíð um summarið. Annars hevur Egga tó nógv gott fólk aftur at sær, tá hann sjálvur skipar fyri tiltøkum á hotellinum, ella tá skeiðsvirksemi er.
Flennandi sigur hann, at vetrarhálvuna er tað rættiliga frítt at vera hotelleigari.
? Tá noyðast vit ikki upp tíðliga og av húsum ella nakað. Oftani er virksemið ikki fyrr enn út á kvøldið, sigur hann við einum skeivum smíli.
So gerst hann álvarsamur aftur og heldur fram, at fríheitin í tí eisini er, at hann kann gera ymiskt annað, sum hann hevur hug til. Ofta hevur Egga verið onkran túrin til skips, um væl hevur viljað til. Annars dámar honum avbera væl at fáast við ymiskt fyrifallandi heima við hús, viðlíkahald av hotellinum ella hvat tað nú skal vera. Til dømis hevur hann sjálvur gjørt eitt rulluportur uttan fyri hotellið, tí hann vildi ikki hava seyð gangandi uttanfyri.
? At sita í frið, dugir Egga ikki. Hann hevur altíð okkurt at takast við, sigur Miriam. Egga leggur afturat, at tað er deiligt at kunna gera okkurt annað til tíðir, tí so gerst ein ikki so skjótt troyttur av sínum arbeiði.
Egga greiðir frá, at hann júst hevur keypt partin hjá mammuni í hotellinum, so í dag eiga hann og Miriam tað einsamøll. Tað dámar honum væl.
Ymisk tiltøk
Hotellið á Viðareiði er sum sagt bert opið frá mai til september. Men tað er ikki nóg mikið til raksturin av hotellinum, so Egga plagar at skipa fyri tiltøkum av ymiskum sløgum. Seinastu tríggjar vikurnar hevur hann skipað fyri tveimum jólaborðhaldum, og í kvøld verður so tað seinasta av sínum slagi.
Har borðreiðir hann við buffét við 35 ymiskum rættum. Undirhald er undir borðhaldinum og dansur aftaná. Hesi jólaborðhaldini eru rættiliga vælumtókt, og fleiri fyritøkur nýta høvi til at halda teirra jólaborðhald á hotellinum.
? Hetta er triðja árið vit skipa fyri jólaborðhaldunum, og tað vindur meira og meira upp á seg, greiðir Egga frá.
Fyrsta árið var bert tað eina borðhaldið, í fjør vóru tvey og í ár mátti hann so hava trý, tí undirtøkan var so stór. Tá borðhaldið í kvøld er av, hava yvir 700 fólk tilsamans verið til tey trý borðhaldini.
? Hotellið skal bera seg, og til tess mugu tiltøk, har er onki við at gera, sigur hann og viðgongur samstundis, at tað er nógv stríð at skipa fyri slíkum stórum borð-haldum við so mongum ymiskum rættum.
Seinasta leygarkvøld var tó onki jólaborðhald á hotellinum, tí tá var tað útleigað til brúdleyp. Egga sigur, at tað var ein lætti at sleppa at gera mat til 180 fólk. Tríggjar rættir og onki meira roks.
Av øðrum tiltøkum, sum eru á hotellinum kunnu nevnast haruball, sum varð hildið fyri fyrstu ferð í januar í ár. Tað verður aftur komandi ár. So eru bindiklubbaveitsla, ræstkjøtaveitsla og sum áður nevnt verður hotellið mangan nýtt til skeiðsvirksemi.
Hetta umframt at hotellið ofta verður leigað út til brúdleyp og aðrar veitslur, ger, at tað sjáldan kemur fyri longur, at Egga hevur ein heilan mánað frí út í eitt, men tað ger honum ikki mun.
Alt er til sølu
Nú eru tað seks ár síðani, at Egga sum einans 21 ára gamal keypti sín part í hotellinum. Hann viðgongur, at hann helst hevði hugsað seg betur um, um hann fekk hetta tilboðið í dag. Men samstundis leggur hann dent á, at honum dámar væl tað, sum hann ger.
? Eg dugi ikki at siga, um eg framvegis eigi hotellið, tá eg verði 40 ár. Alt er jú til sølu, men eg trívist í hesum sum nú er, staðfestir Egga, og Miriam leggur afturat, at tað gera tey bæði.
Nógv er eisini, sum bendir á, at tey verða verandi á Viðareiði, tí í januar byrjar útgrevsturin fyri teirra nýggju húsum. Tað gleða hjúnini seg avbera nógv til, tí tað er við at vera nakað trongligt í húsunum, sum tey keypti frá ommu Egga fyri nøkrum árum síðani.
Virksemið á Hotel Norð hevur yvir tey seinastu árini blómað, og árið í ár hevur ikki royndst verri enn í fjør, men jólini hava sambært Egga verið serliga góð í ár.
? Hotellið hevur ligið í einari fastari legu seinastu trý árini, og tað kennist trygt, sigur Jógvan Heinesen.