Kvøldseta
Skulu bygdirnar liva, krevur tað, at fólkið stendur saman. At tey hittast og koma hvørjum øðrum við. Tey skulu liva saman og liva væl, segði Eyðun Andreasen, professari og folkalívsfrøðingur, millum annað á kvøldsetu á Sandi herfyri.
Sanda Kommuna skipaði næstseinasta mikukvøld fyri hugnaløtu í Virkinum, har bæði fólk av Sandi og aðrastaðni frá luttóku. Skráin fevndi víða. Frá heilsuráðum um tónleik og kommunalpolitikk til fyrilestur um frítíð og felagsskapir í bygdarlívinum.
At dreingir og gentur eru ymiskt fyri, varð víst á á komið varð inn á heilsuna hjá teimum ungu.
Genturnar eru meira friðaligar, og tað lá líkasum í luftini, at tær vóru verri at aktivera, tí dreingjunum bar til at blaka ein bólt, og so runnu teir eftir honum í tímar,um tað skuldi verið.
Men tað eru ikki bara tey ungu, sum við sínum sodavtni og chipsi gera sær lívið feitt. Nei, foreldrini tykjast hava misskilt okkurt, tá tey altíð skulu vera góð við børnini og koyra tey til alt, sum gerast skal. Tað kann í ávísan mun vísa seg at virka øvugt, tí børnini røra seg ov lítið, fingu heimasandsfók at vita.
Ungmannafelagið virkið og B71 standa hvørt í sínum lagi frammalaga i huganum hjá sandingum, tá hugsað veðru um frítíðina. Og ásannast má, at ivaleyst er tað B71, sum líkasum hevur hug at vinna áhugan í dag.
Ungmannafelagið Virkið verður 80 ár komandi ár, men er ikki so virkið, sum tað onkuntíð hevur veirð. Tað tykist, sum tann tíðin, tá sjónleikur og filmur kundu savna fólk í húsinum, er við at fara. Nú sita tey heldur framman fyri sjónvarpinum heima. Tað er høgligari.
Men koritni halda tey, at ítróttarfelagið hevur tað ikki so heilt galið, hóast umstøðurnar ikki eru betri enn góðar. Ítróttarhøllin manglar, og hon var sum vera man eisini havd á lofti.
At greiða eitt sindur frá, hvussu fólk hava brúkt sína frítíð í farnum døgum, ella kanska heldur kvøldum, høvdu sandingar fingið Eyðun Andreasen, professara, suður úr Havn.
Hann vísti á, at felagsskapur var bæði í arbeiði og fítíð. Hann nevndi útróður sum dømi um felagskap í arbeiði. Og skuldu tey hugna sær saman og frætta eitthvørt, kanska uttaneftir, hittust tey at spæla kort. Ikki var so øgiliga nógv annað, segði hann.
Nógv fólk livdu alla sína tíð í bygidni, Høvdu kanska ongantíð verið í Havn tíansheldur uttanlands.
Í dag er alt øðrvísi, og einum nýtist í grundini ikki at fara so langt fyri at fáa upplýsing.
Tað verður farið inn i stovuna hjá einum sjálvum, trýst á ein knøtt, og alt í einum er allur heimurin inni hjá tær.