Her vinnur NSÍ á Skála

Video: Her ber til at síggja málini hjá NSÍ í heimadystinum móti Skála

Eftir dagsins dystir, er NSÍ nýtt oddalið í Effo-deildini. Tað eru teir inntil umfari í morgin verður avgreitt, har HB tó hevur møguleika fyri at yvirhála NSÍ á fyrsta plássinum.

 

NSÍ vann í dag sín dyst 2-0 á heimavølli móti Skála.

 

Verjuleikarin Per Langgaard legði NSÍ á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, meðan unga stjørnuskotið, Petur Knudsen, økti til 2-0 í seinna hálvleiki, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Sum heild var talan um uppibornan sigur til NSÍ.

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.

 

NSÍ – Skála 2-0 (1-0)

1-0         Per Langgaard, 15.

2-0         Petur Knudsen, 65.