Fyrrverandi felagið hjá Jákupi Mikkelsen hevur fingið eitt nei takk frá grannafelagnum Køge.
Ætlanin var, at Herfølge og Køge skuldu leggja saman í eitt felag, og á tann hátt betur kunna taka kappingina upp við stóru feløgini á høvuðsstaðarleiðini, men Køge er ikki áhugað í hesum.
Mikumorgunin boðaði leiðslan í Køge frá, at felagið ætlar sær ikki at leggja saman við Herfølge. Tí má Herfølge, sum hevur havt tað trupult fíggjarliga, síðani felagið flutti úr bestu deildini, sjálvt syrgja fyri, at tað hongur saman bæði ítróttarliga og fíggjarliga.
Venjarin hjá Herfølge er vónbrotin av, at Køge ikki vil leggja saman.
? Vit høvdu ein góðan møguleika at skapa eitt stórfelag, men nú verður tað av ongum. Skulu vit hava eitt stórfelag, sum kann taka dystin upp við Brøndby og FCK, á leiðini áðrenn Odense, so skal tað vera her, sigur John Faxe Jensen.
Faxe má nú halda fram við arbeiðnum at fáa Herfølge aftur í bestu deildina.