Herfølge fyrireikar seg

Leiðslan og leikarar tosa í løtuni um heldur óvanda spurningin: Bonus fyri Europa-cup

Hjá ymsu stórfeløgunum inni á meginlandinum er tað helst bara ein vanligur lutur í lønarsáttmálanum, men so er ikki hjá øllum.

Fyri mong kom tað óvart á, at Herfølge í fjør gjørdist danskur meistari, og soleiðis tykist eisini vera í leiðsluni hjá lítla felagnum. Lønarsáttmálarnir, sum teir hava við leikararnar, siga nevnliga einki um, hvørt leikararnir skulu hava eyka samsýning, um teir klára seg væl í europeisku kappingini fyri meistarar.

Hóast tað bert er ein vika til fyrsta dystin, so var hetta enn ikki komið í rættlag týsmorgunin, men smb. liðformanninum, Thomas Høyer og formanninum, Svend-Aage Dreist Hansen, var væntandi, at ein loysn fekst innan heilt stutta tíð.


Nýggjan leikara

Annars hevur Herfølge ein nýggjan leikara við til venjingar í hesum døgum. Talan er um danan/spaniólan, Thomas Christensen, sum í seinastuni hevur roynt seg í grikskum fótbólti.

Thomas Christensen spældi upprunaliga við B93, men skifti blaðungur til spanska stórfelagið, Barcelona. Tá hann hevði dupultan statsborgararætt, var hann ikki tengdur at sonevndu útlendingakvotuni, og tað eydnaðist honum eisini at fáa fleiri dystir á besta liðnum hjá Barcelona.

Eisini slapp hann at royna seg á spanska landsliðnum, har hann enn tá skeyt eitt mál í fyrsta dysti sínum.

Síðani hevur yrkisleið hansara tó fingið fleiri álvarslig brák, og eftir at hava roynt seg hjá minni sponskum feløgum, hevur hann so farna árið roynt seg í Grikkalandi, har væntandi lønarútgjaldingar nú hava gjørt sítt til, at hann hevur sett kós heim aftur móti Danmark.

Um og nær Thomas Christensen kann spæla fyri Herfølge, er enn ikki greitt. Saman við sakførara sínum roynir hann nú, umvegis FIFA, at fáa løn sína útgoldna, eins og hann vil hava fatur í spæliloyvinum, sum enn er í Grikkalandi.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder