? Tað var sum at fáa alt serverað á einum fati til ein kongaligan døgurða, men síðani nokta at eta.
Soleiðis setti Herfølge-venjarin, Ole Mørch, orð á avrikið hjá sínum spælarum í dystinum móti AGF sunnudagin.
? Vit spæla væl stóran part av dystinum, men tað er ótrúligt at vit ikki vinna.
AGF fekk ein spælara útvístan, tá Herfølge var frammanfyri 2-0, men hóast tað eydnaðist tað liðnum úr Århus at berja seg uppá á javnt.
Og hóast Herfølge fekk brotsspark, tá bert tveir minuttir vóru eftir at spæla, og AGF aftur fekk ein mann útvístan, kláraðu teir ikki at vinna. Henrik Lykke hevði ikki eydnuna við sær, og Lars Windfeld gjørdist tí dagsins maður, tá hann bjargaði brotssparkinum.
Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge, og tað skal hann eftir ætlan eisini gera í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, sum verður næsta vikuskiftið. Eftir tað fáa spælararnir frí í nakrar vikur.
Brøndby á odda
Liðið hjá Toda Jónssyni, FC Keypmannahavn, vann dystin móti Lyngby fríggjakvøldið. Úrslitið var 3-2, og avgerandi málið gjørdu FCK?arnir í seinastu løtu.
Silkeborg vann eisini um vikuskiftið, men tað gjørdi einki við støðuna í oddinum, tí Brøndby, sum rættiliga hevur sett ferð á nú, er fýra stig undan bæði FCK og Silkeborg. Brøndby spældi í vikuskiftinum móti Århus Fremad, og hóast teir vóru aftanfyri 1-0 í hálvleikinum, vunnu teir 3-1, og Ebbe Sand skoraði øll málini.
AaB er eisini komið fyri seg seinastu umførini, og teir vunnu sunnudagin heili 6-1 móti AB. OB vann aftur hetta vikuskiftið og nærkast nú hinum botnliðunum.