Innanhýsis stríðið í Tjóðveldisflokkinum kann fáa avleiðingar fyri løgtingsins formansskap. Eftir løgtingsvalið 20 januar fyrr í ár varð fyrrverandi løgmaður, Edmund Joensen, tilnevndur sum løgtingsformaður, meðan Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannnesen og Óli Breckmann vóru valdir til næst formenn í løgtinginum.
Størsti flokkur á løgtingið eigur altíð rættin til 1.næst formann, og í løtuni er Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur. Hetta kann kortini brádliga broytast um Tórbjørn Jacobsen verður settur uttanfyri tingmanningina hjá Tjóðveldisflokkinum. Verður úrslitið av innanhýsis floksstríðnum millum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, at eysturoyartingmaðurin verður útihýstur verður Tjóðveldisflokkurin ikki longur einsamallur størsti flokkur á tingi.
Kemur Tjóðveldisflokkurin við umbøn um at útihýsa Tobba telir tingmanning Tjóðveldisfloksins brádliga einans sjey tinglimir, og tá verður flokkurin líka stórur sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Av tí, at flokkarnir gerast eins stórir missir Tjóðveldisflokkurin framíhjárættin til 1. næstformann og Løgtingið verður noytt at greiða atkvøðu um, hvør skal verða fyrsti næstformaður í løgtingsins formanskapi.
Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen og Óli Breckmann eru í løtuni ávikavist 1., 2. og 3. næsturformaður í løgtinginum.
Citat:
Tingskipanin
§ 10. Flokkarnir, sum umboðaðir eru á løgtingi, uttan flokkurin, løgtingsformaðurin er úr, tilnevna eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. næstformann. Stendur á jøvnum, ræður lutakast.