Hergeir Nielsen, Tjóðveldisflokkurin: Syndarligur leikur

Tjóðveldisflokkurin øtast um at skula sita uttanfyri og fylgja einum syndarligum leiki

Tjóðveldisflokkurin er ikki glaður fyri uttanríkispolitiska spælið í løtuni. Eitt er eitt føroyska heimildarlógin tykist at hanga í leysari luft, men danir fara sum kunnugt eisini at atkvøða um ES traktatina í heyst. Og tað kann ávirka føroyingar almikið.
Leggja seg ikki útí
Hergeir Nielsen er talsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í uttanríkismálum. Hann sigur, at flokkurin sum so ikki hevur nakað støðu til, um tað er ynskiligt at danir siga ja ella nei á fólkaatkvøðuni í heyst.
? Vit ætla okkum at fylgja væl við, og tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa gott innlit, men vit leggja okkum ikki út í donsk viðurskifti, sigur Hergeir Nielsen.
Og tað hevur týdning, sambært Hergeir Nielsen, at føroyingar fylgja við frá byrjan av og vera kunnaðir um viðurskiftini.
? Tað er ikki vist, at tey fýra fyrivarnini verða tikin av, men tað verða tey kanska, og tað fær stóra ávirkan á okkum, sigur Hergeir Nielsen.
Tað hevur stóran prinsipiella týdning fyri Tjóðveldisflokkin at fáa sum mest vald í Føroyum, og ES traktatin kann gera tað torførari at fáa yvirtikið málsøki.
? Vit í Tjóðveldisflokkinum kunnu ikki liva við, at málsøki verða flutt til Brussel at umsitast, sigur Hergeir Nielsen.
Fær stóra ávirkan
Tað er serliga ein felags uttanríkispolitikkur í ES, sum Hergeir Nielsen heldur koma tvørt fyri hjá føroyingum.
? Tá uttanríkispolitikkur verður fluttur til Brussel, so vita vit, hvat klokkan hevur sligið, sigur Hergeir Nielsen.
Men tað er ikki tað nógva Tjóðveldisflokkurin í andstøðu fær gjørt fyri at ávirka.
? Vit mugu viðganga, at vit standan uttanfyri og fylgja einum syndarligum leiki, sigur Hergeir Nielsen.
Fullveldi er fortreytin
Tað er fatanin hjá Hergeir Nielsen, at samgongan gongur sær sjálvum ímóti við nýggju heimildarlógini. Ein heimildarlóg, sum Hergeir Nielsen á ongan hátt er glaður fyri.
? Nýggja heimildarlógin bindur okkum niður. Eg hugsi, at samgongan hevur rent seg fastan í hesum málinum, sigur Hergeir Nielsen.
Fyri Hergeir Nielsen og Tjóðveldisflokkin er tað grundleggjandi bert fullveldi ella ein yvirtøkuleistur, sum syrgja fyri at rætta upp á uttanríkisskútuna.
? Vit ætla okkum at hava eitt vakið eyga við gongdini, sigur Hergeir Nielsen.