- Nógvir amerikanarar hava skrivað til mín á Twitter í dag, at teir eru nú sannførdir um, at veruleikin er ikki so einoygdur, sum Paul Watson vil vera við. Eg eri nøgdur við kjakið, men tøknin sveik, og tað harmist eg um.
Heri Joensen hevur fyrrapartin sitið framman fyri telduni og skriva við fólki kring heimin um grindadráp. Forsangarin í Týr kjakaðist beinleiðis við Paul Watson um grindadráp á heimasíðuni hjá Animal Planet í nátt, og nógvir hyggjarar hava nú sett seg í samband við Hera Joensen. Reaktiónin hevur verið ógvuslig, sum hann málber seg. Tað er serliga úr Amerika, at fólk forvitnast.
Ljóðgóðskan var ikki serliga góð, og tað órógvaði kjakið, ásannar Heri Joensen.
- Eg hoyrdi meg sjálvan fleiri ferðir, og tá er torført bara at savna seg um sjálvt kjakið. Animal Planet fær tummil niður fyri tøknina frá mær. Annars var kjakið á einari leið. Eg legði meg eftir at tosa við hyggjaran, og ikki við Paul Watson, og tað riggaði væl, sigur Heri Joensen.
Kjakið gekk væl henda hálvan tíman, men tað var ikki alt, sum føroyska umboðið fekk ført fram.
- Um Paul Watson vil steðga hvalaveiðu, so er tað ikki til Føroya, hann skal fara, tí 99,9 prosent av hvalaveiðuni fer fram aðrastaðni. Tað fekk eg ikki reiðiliga fram, sigur Heri Joensen.
Kjakið millum Hera Joensen og Paul Watson næst niðanfyri.