Heri vil finna Tjaldrið

- Tað skal bera til at finna Tjaldrið, sum sakk á Mjóvanesi. Tjaldrið hevur so stóran siðsøguligan týdning fyri landið, sigur Heri Andreassen, sum hevur keypt sær serliga útgerð at leita eftir Tjaldrinum við

Tá ið Heri Andreassen sum ungur fór at kava,var ikki meira fekk hann áhuga fyri at kenna søguna um fyrsta Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyar. Lagnan hjá tí Tjaldrinum var, at tað ein góðveðursdag í 1946 rendi á Mjóvanes og sakk tríggjar tímar seinni.
Hann brúkti nógva tíð á Landsskjalasavninum við at lesa gomul skjøl um Tjaldrið, bløð, um sjóforhoyrið og annað.
Tey fyrstu árini bar ikki til at fáa avrit av skjølunum, men tað hevur borið til seinnu árini.

Jólaskipið í vegin
Men so kom søgan um Jólaskipið í vegin, og hann noyddist at gloyma Tjaldrið í nøkur ár. Tað kundi ikki bíða at finna Jólaskipið, tí tey, sum mintust vanlukkuna, vóru komin upp í árini.
Jólaskipið varð funnið í 1999.
Tá ið tann kavingin var av í 2001, fór Heri Andreassen aftur á Landsskjalasavnið, og hann var við, tá ið Brimil gjørdi ymiskar venjingar eystanfyri. Eisini hevur hann gjørt streymroyndir á teldu hjá MRCC.
Hann hevur kannað streymin, sum hann var, tá ið Tjaldrið fór á land og tríggjar tímar aftraná.

Framkomið tól
- Fyri fimm árum síðan ætlaði eg at gevast, tí tað gekk ongan veg, men eg fekk ikki slept Tjaldrinum, og fyri hálvum øðrum árum síðan keypti eg mær útgerð at brúka til leitingina, sigur Heri Andreassen.
Tólið sær 150-metrar niður, men har Tjaldrið liggur er í mesta lagi 60 metra dýpi, sigur hann.
Útgerðin er ein skannari, sum kann avmynda havbotnin, eitt 400 metra breitt øki í senn.
Heri Andreassen sigur, at hann hevur verið nakrar túrar eystanfyri og leitað eftir Tjaldrinum, men enn hevur hann ikki sæð farvegin eftir skipinum.
Eitt stórt øki er eftir at kanna.

Bíðar eftir líkindum
Nú er nakað síðan, at Heri Andreassen var úti við báti og leitaði. Hetta er ein ítriv, so hann sleppur bara avstað, tá ið hann hevur frí frá arbeiði. Haraftrat hevur eysturættin ligið leingi, og tá ber ikki til at arbeiða í hesum streymharða sjóøkinum.
Havbotnurin er fjallalendi við nógvum boðum og skerum, suður móti Høgnaboða, har fleiri halda, at Tjaldrið liggur.
So skjótt, sum tað viðrar, og hann hevur frí frá arbeiði, fer hann aftur at leita.
Fleiri fólk hava áhuga í søguni um Tjaldrið, og bøkur og greinar eru skrivaðar um tað, men Heri Andreassen vil vita meira.

Upptøkur gjørdar
Hann hevur ikki lagt í at tosa so nógv um leitingina eftir Tjaldrinum, men við at siga søguna nú, vónar hann at frætta frá útróðrarmonnum, sum kanska hava fingið línuna fasta í vrakið av Tjaldrinum. Tað var í hvussu er soleiðis, at hann fann Jólaskipið.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Heri Andreassen nakrar upptøkur um Tjaldrið saman við Zachariasu Hammer. Hann gjørdi samrøður við fólk, sum vóru við skipinum.
Millum annað tosaði hann við son skiparan, Hans Mourits Mohr. Hans Mourits var júst konfirmeraður, og hann misti allar sínar konfirmasjónsgávur.
Smásøgur
Hann veit tí fleiri smásøgur um fólk, sum vóru við Tjaldrinum hendan vanlukkutúrin.
Eingin passaserlisti er til.
Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, var við. Hann hevði verið í Suðuroynni og kravt inn. Mappuna fekk hann ikki við sær av Tjaldrinum.
- Hon liggur óivað í onkrari kahútt á Tjaldrinum.
Ein kona hevði eitt pinkubarn við, og mamma og barn endaðu í hvør sínum bjargingarbáti.
Ein kona, sum skuldi flyta, hevði alt sítt innbúgv umborð, og tað fór alt niður við Tjaldrinum.
Ein spildurnýggjur Singer bilur, sum stóð á dekkinum, fór sama veg.

Eitt bragd
Ein maður sjólátst. Annars eydnaðist at fáa alla manningina og øll ferðafólkini umborð á bjargingarbátarnar.
Tá ið øll vóru komin í bátarnar, vildi ein av manningini sleppa umborð aftur at seta línu á floytuna, so teir frá bátunum kundu toga í floytuna. Skiparanum dámdi einki, men gav seg. Maðurin fekk boð um at skunda sær, men tað gekk ein góð løta, til hann kom av Tjaldrinum. Hann hevði verið og lempað kol fyri at fáa damp, sum skuldi til fyri at fáa damp til floytuna.
- Tað var djarvt og væl gjørt, tí annars hevði verið torført at funnið bjargingarbátarnar í tí nógva mjørkanum, sigur Heri Andreassen.
Bátarnir lógu við Tjaldrið, til tað sakk tríggjar tímar seinni.

Fá fólk avhoyrd
Í annars væl skrivaðu dagbókini hjá Thorshavn stendur ikki eitt orð um hendingina.
Heri Andreassen heldur tað eisini vera løgið, at so fá fólk vóru avhoyrd í sjóforhoyrinum. Eingin av Thorshavn og gamla Smyrli, sum komu á staðið suttu fyri, at Tjaldrið sakk.
Heri Andreassen er sannførdur um, at hann ein dag fer at finna Tjaldrið. Tað má vera har onkrastaðni. Hann heldur, tað hevði verið stuttligt at fingið klokkuna og floytuna upp, men nú er lógarforboð móti at taka nakað av einum skipsvraki. Tað má hann so til at samráðast við myndugleikarnar um.

Siðsøga
- Tað eru fyrst og fremst siðsøguligar orsøkir til, at eg vil finna Tjaldrið. Tjaldrið er brikkurin, sum vantar í søguni hjá Skipafelagnum. Tjaldrið hevði so ómetaliga stóran týdning fyri landið, og var týdningarmiklari fyri Føroyar tá, enn Norrøna er tað í dag, sigur Heri Andreassen.
Hann vil eisini hava søguna at vakna aftur, so fólk verða meira tilvitandi um, hvussu farleiðirnar hava verið fyrr.