Herman yvirtekur snikkararnar í Grønlandi

Herfyri bleiv gamla snikkaravirkið í Grønlandi selt Havgrími Johannesen, sum segði seg hava ætlanir um at gera íbúðir í gamla snikkaravirkinum. Nú hevur nýggi eigarin selt Hermani Eysturoy, snikkara, útgerðina í gamla virkinum, og eisini fylgja tveir snikkarar við

Nýggi eigarin av snikkaravirkinum í Grønlandi hevur bert brúk fyri sjálvum hølunum, og tí hevur hann selt Hermani Eysturoy alla snikkaraútgerðina, sum er í virkinum. Teir báðir snikkararnir, ið hava starvast á snikkaravirkinum, fylgja somuleiðis við útgerðini niðan í verkstaðið hjá Hermani, sum liggur í Marknagili.
 
Hava nógv at gera
Herman Eysturoy sigur, at nú var møguleikin at ogna sær góða útgerð og samstundis fáa tveir dugnaligar snikkarar afturat, og tí var bara at smekka til, sum hann málber seg.
- Vit eru bert tveir snikkarar her á verkstaðnum frammanundan, og nú fáa vit so tveir afturat. Hetta gevur okkum nógvar møguleikar. Í dag gera vit bert líkkistur, trappur og okkurt smávegis annað, men tá ið vit fáa tveir mans afturat tann 1. apríl, verður støðan ein onnur. Tá fara vit eisini at gera dygdargóð vindeygu og hurðar, sum teir í Grønlandi hava verið kendir fyri at smíða, greiðir Herman Eysturoy frá.
Hann sigur eisini, at snikkarar hava nógv at gera í Føroyum í dag, og tænastan hjá honum við gravarhjálp vindur somuleiðis upp á seg.
- Tað hevur verið eitt sindur slakt við snikkaraarbeiði í januar, men nú er ferð komin á aftur. Gravarhjálp bara veksur, og tað eru fleiri og fleiri, ið vilja hava professionella hjálp í sambandi við jarðarferðir, sigur Herman Eysturoy.