Hvussu tryggjar tú tær eina góða inniluft?
Tað er evnið í almennum fyrilestri, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni klokkan 19.30 í kvøld.
Tað er Føroya Astma- og Allergifelag, sum skipar fyri og fyrilestrarhaldari er Lone Grønborg, sum hevur Inniluft tænastuna.
Í fyrilestrinum umrøður hon tey árin, blámusóppurin hevur á fólk við bæði ovurviðkvæmi og tí, sum við fylgir við tí, umfrtamt at hon vísir á onnur árin, blámusoppur førir við sær við høvuðpínu, vøddapínu og øðrum.
Hon fer eisini at greiða frá, hvussu tað ber til at verja seg fyri blámusoppi og, hvussu tað ber til at berja hann niður, har hann er komin.