Nobelvirðislønin í bókmentum fer í ár til týsk-rumenska yrkjaran Hertha Müller. Avgerðin kom heldur óvæntað, tí 56 ára gamla Hertha Müller var ikki millum tey, ið annars hava verið nevnd, nú heimsin størsta bókmentavirðisløn skuldu latast.
Ritverkið hjá týsk-rumensku Muller snarar kring sporini, kommunisman hevur sett í Eysturtýsklandi.
Hertha Müller fær virðislønina fyri sínar skaldsligu lýsingar av landslagnum hjá teimum heimleysu varð millum annað sagt í grundgevingini.