Hervør í Bø 65 ár

Í dag 24. mai verður ein vælkend Bíggjarkona, Hervør Guttesen, 65 ár.

Vit bæði hava kenst síðan í 70-unum, tá ið vit gingu í flokki saman í handilsskúlanum í Havn. Tann sum einaferð er komin at kenna Hervør, ja, hann kennir hava fyri altíð.

Tí fáa vit altíð eitt prát tá ið vit hittast, og tað er eins lívgandi hvørja ferð. Hon er eitt av hesum positivu fólkunum, sum tað altíð er ein fragd at hitta.

Hervør er ættað úr Miðvági. Sum tað kann roknast út, er Hervør fødd mitt undir krígnum. Hon er eisini eitt úrslit av øðrum heimsbardaga, tí mamman fekk hana við einum enskum hermanni. Hon er eitt av 200 børnum í somu støðu.

Hervør hevur valt at vera púra opin um, hvussu hon hevur upplivað hetta. Tað hevur hon gjørt í bókini Kærleiki undir Krígnum og blaðnum hjá Føroya Tele, Tráðurin.

Hetta vísir, at Hervør er ein kvinna við dirvi, og hon man við hesum hava hjálpt mongum í somu støðu.

Mamman Herga var ein megnarkvinna. Hon var altíð í góðum lag, og hon var sera arbeiðssom. Fyrstu árini búðu tey hjá abbanum og ommuni, og Hervør merkti einki til, at hon var øðrvísi enn hini. Øll í familjuni vóru eisini góð við hana.

Men tá ið Hervør fór í skúla fekk hon at merkja, at hon ikki var sum onnur. Hetta tók sjálvsagt meint hjá einum barni, og tað er hetta Hervør greiðir frá.

Mamman bygdi eini lítil sethús í Miðvági, har tær báðar búleikaðust. Hervør fór 14 ára gomul til Havnar at tæna. Seinni fór hon at læra í tryggingarfelagnum Trygd. Mamman giftist við Andrass, ættaður úr Funningi, tá ið Hervør var 20 ár. Tey høvdu tað sera gott saman. Hann var ógvuliga góður við Hervør og hennara synir. Men eydnan hjá mammuni gjørdist stutt. Herga gjørdist bert 59 ár.

Stutt eftir, at Hervør kemur til Havnar, hittir hon Jóan Hendrik Guttesen, sum er ættaður úr Bø. Tey giftast í 1962 og bygdu í Havn. Tey høvdu í fleiri ár Kjøthandil oman Stóragarð. Her var sjálvsagt nógv at gera til dagligt, og um kvøldini seymaði Hervør rullipylsur niðri í hølum teirra á Bryggjubakka. Tað er eitt stórt tal av rullipylsum, sum hon hevur greitt úr hondum.

Tey bæði fingu tveir synir, Jákup og Heri.


Til Bíggjar


Í 1976 doyr ein mammubeiggi Jóan Hendrik, og tey fingu í boði at flyta til Bíggjar at yvirtaka garðin. Tá vóru synirnir 13 og 7 ára gamlir.

Hetta var sjálvsagt ein stór avgerð og ein stór broyting, serliga hjá synunum, sum ikki kendu til annað enn at búgva í einum býi.

Men tey høvdu so nógv at gera har vesturi, at tey hugsaðu ikki um tað. Tey fluttu eisini inn í barnaheimið hjá Jóan Hendrik, men tey hava fyri kortum bygt sær nýggj hús.

Teimum hevur eisini dámað at búgva í hesum vakra umhvørvinum, og tey hava ikki angrað, at tey fluttu vestur. Tað verður eisini sagt har vesturi, at Hervør hevur verið ein framúr stuðul hjá Jóan Hendrik sum bóndakona.


Gjørdist bygdaráðsformaður


Fyrstu árini arbeiddi Hervør á Tryggingarsambandinum vesturi í Vágum. Men hon fekk skjótt annað enn bóndaarbeiði at takast við. Hervør er sera politiskt áhugað og kom í bygdaráðið fyri Bíggjar kommunu, sum eisini umfataði Gásadal.

Her kom hon at sita í 12 ár, og átta av teimum var hon formaður. Hervør kom millum annað at skipa fyri at leggja kloakk í Bø, og vegirnir vórðu asfalteraðir. Afturat hesum fekk hon stovnað landsins minstu dagrøktarskipan. Tað vóru tey sum ivaðist í, um tað var nakað skil í at skipa dagrøkt í so lítlari kommunu. Men Hervør vildi vísa, at hetta víst bar til.

Í fyrsta umfari vóru tey bert trý børn, men komu tey upp í 10. Nú er Bøur lagdur saman við Sørvágs kommunu. Sostatt er øll barnaansingin flutt til Sørvágs, men børnini koma kortini til Bíggjar í útibarnagarð í gamla skúlanum.

Leggjast kann afturat at í Bø eru nú 21 hús. Bygdin hevur ment seg væl seinastu árini. Síðan Hervør kom vestur til Bíggjar eru komin 9 nýggj hús.

Her kann verða nevnt, at heilt tilvildarliga er frásøgnin Hendur ið Sleptu hesa ferð ein partur av Bíggjar søgu, nevniliga um ommu og abba William Heinesen. Her verður lívið í Bø í gomlum døgum væl lýst. Tá vóru her fyrst fýra og seinni sjey hús. Tískil er talan um eina stóra menning av eini lítlari bygd.

Her skal verða endurgivið eitt lítið brot úr frásøgn hjá Caroline Heinesen, mammu William, úr Bø:

Der var også andre familier i bygden, som man besøgte, blandt andre var der skomageren Ole Jacob Guttesen og hans kone Anna Elisabeth, som var søster til onkel Elias, (giftur við systur Heina, abba William). De var to prægtige mennesker, der blev vi altid bedte ind når vi var på Vågø. De havde det også hyggeligt.


Umrøddi Ole Jacob var forfaðir til Jóan Hendrik.


Skjeyt Gásadalsbergholið ígjøgnum


Hervør hevur eisini barst fyri undirsjóvartunellini, og tað gongur sjón fyri søgn, at hetta var ein røtt avgerð. Hon gjørdi eisini sítt til at fáa berghol til Gásadals. Her fekk hon eisini heiðurin at skjóta síðsta skot. Gásadalur er eisini við at mennast. Her eru tvey hús í gerð.

Hervør legði frá sær í bygdaráðnum í 1992, men hon hevur havt onnur álitisstørv. Hon hevur verið formaður í umboðsráðnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og hon er í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Hervør og Jóan Hendrik hava synirnar nærindis. Annar sonurin hevur yvirtikið garðin. Hin sonurin býr í Sandavági, so nú kunnu tey bæði taka sær eitt sindur meira av løttum. Hervør eigur fimm ommubørn frá 5 til 24 ár.


Fann sína ensku familju


Men heilt av løttum tekur Hervør sær ikki. Hon hevur nevniliga funnið sína bretsku ætt.

Tíbetur er hugburðurin broyttur, so tað ikki longur er skomm at hava ein ókendan pápa. Tey er eisini mong “eingilskmannabørn”, sum hava funnið fram til pápa sín ella hansara familju.

Herga og pápi Hervør, Frederic Holland, hildu saman alla tíðina, hann var í Vágum undir krígnum. Tey høvdu eisini samband í eini tvey ár eftir, at hann var farin avstað aftur. Pápin sendi nakrar ferðir heilasanir til Hervør, seinast tá hon var 25 ár. Annað samband var ikki teirra millum.

Hervør minnist ikki pápan og hevur ikki annað minni um hann enn eina mynd av honum, sum mamman gav henni.

Hervør fór at leita eftir pápa sínum fyri 18 árum síðani. Men tá kom einki burtur úr, og hon hevði mest sum mist vónina.

Men fyri einum 11 árum síðani fór Hervør aftur at leita og nú eydnaðist. Men tá var pápin deyður. Tað vísti seg, at hann var giftur í 1947, og at hann átti eina dóttir.

Í 1998 fór Hervør til Bretlands og hitti pápabeiggja sín og dóttir hansara. Tað er ikki altíð at tað riggar so væl, tá familjur soleiðis hittast, men hjá teimum var tað stak væleydnað. Pápabeiggin og systkinabarnið tóku hana til sín, sum um tey altíð høvdu kenst.

Hervør kennir fleiri av ættini í Onglandi og Australia, og fleiri teirra hava eisini vitjað í Bø.

Stutt sagt kann sigast um Hervør, at hon er nakað serligt. Tað er gott, at vit hava fólk sum hana.

Hiðani skal verða ynskt henni hjartaliga tillukku.


ó.