Herverk á bil í Klaksvík

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð herverkið á Garðavegi. Tvey ferðslumál vóru eisini síðsta samdøgrið.

Beint fyri klokkan níggju mikumorgunin fekk løgreglan fráboðan um herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík.

 

Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum.

 

Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin og sunnudagin, men varð ikki meldað fyrr enn mikumorgunin.

 

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð eitthvørt illgrunasamt á staðnum um vikuskiftið.

 

Um 13 tíðina í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp við avkoyringina til Sandvíkarhjalla.

 

Ein bilur skuldi snara inn á Hjalla, tá ein annar bilur, sum kom aftanífrá, royndi at koyra framvið. Bilarnir komu ov nær hvørjum øðrum og stoyttu saman.

 

Bara materiellur skaði stóðst av óhappinum, og eingin fólkaskaði var.

 

Um klokkan 17.30 steðgaði løgreglan eisini einum prutli, har tvey fólk vóru á.

 

Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk á einum vanligum prutli. Bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, vóru eldri enn 15 ár og fingu tí hvør sína bót.