Onkur hevur um vikuskiftið gjørt herverk á 12 ljóssteyrar fram við gøtuni, sum gongur millum Svartafoss og Vegin Langa.
Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at tað var ein borgari, sum gekk eftir gøtuni har í gjar um tveytíðina, sum boðaði løgregluni frá herverkinum, sum nú verður kannað.
– Um onkur hevur sæð ella hoyrt okkurt um hetta, so frætta vit fegin, sigur vaktleiðarin.
Eisini varð boðað frá einum herverki á Hjalla, har onkur hevur gjørt seg inn á ein ATV, sum stóð har. Hetta málið verður eisini kannað, sigur vaklteiðarin á politistøðini í Havn.











