Herverk á skeinkistaði í Havn

Tað var um 17.15-tíðina í gjár, at ein rútur varð brotin í skeinkistaði í miðbýnum í Havn.

 

Í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni í morgun var ikki nógv at siga frá, sum hevur almennan áhuga.

 

Náttin hevur verið friðarlig.

 

Tó hevði løgreglan eitt átak í Eysturoy í nátt, har tvey mál vórðu skrivað, sum vit fara at venda aftur til.

 

Um 17.15-tíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt herverksmál í Havn. 

 

Her varð ein rútur brotin í einum skeinkistaði í miðbýnum, men her vóru sjónarvitni, sum sóu, hvør framdi herverkið.

 

- Vit hava handtikið mannin, sum verður skuldsettur fyri herverk, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.