Í Fuglafirði, har dansur var leygarkvøldið, varð herverk framt á eina stóra parabol. Skaðin varð meldaður til løgregluna, men gerningsmaðurin er enn ikki funnin. Arbeitt verður tó víðari við málinum.
Vakthavandi sigur, at tað ofta er torført at finna gerningsmenninar, tá meldað verður so langt eftir, at herverkið er framt. Serliga um eingi vitni eru.