Løgreglan í Havn hevur havt fleiri smámál at taka sær av hetta vikuskiftið. Tvær fráboðanir eru komnar um herverk.
Fríggjakvøldið hevði onkur gjørt seg inn á ein bil, sum stóð parkeraður fyri náttina við farstøðina, og motorhjálmurin var illa farin. Tað er ikki vanligt, at løgreglan hevur nakra hóming av, hvør fremur øll hesi herverkini, men í hesum føri, heldur hon seg vita, hvør stendur aftanfyri ógerðina.
Í Steinatúni hevur onkur brotið neonskeltið hjá kioskini. Hetta hendi leygarnáttina.
Svína til av bili
Onkur hevur vent sær til løgregluna um vikuskiftið og gramt seg um ein bil, ið ikki hevði víst ansni fyri teimum gangandi.
Viðkomandi var illa dálkaður, tá ein bilur koyrdi í ein hyl á vegnum. Persónurin fekk nummarið og meldaði til løgregluna. Bilførarin kann vera ákærdur fyri brot á ferðslulógina, tí allir hava ?forpliktelse overfor gående? sambært lógini.
Annars hevur løgreglan ikki fangað nakran, ið hevur koyrt ov skjótt ella við kenning hetta vikuskiftið. Tveir persónar hava verið og sovið rúsin av sær inni í klivanum, og tað er minni enn vanligt.