Hesaferð var betri

Eftir at hann í sínum fyrsta landsliðið varð avsmurdur, kundi Claus Bech Jørgensen bera høvdið nakað hægri hesaferð

fótbóltsprát

Tað var ikki nøkur serlig debut, sum Claus Bech Jørgensen fekk, tá hann í sínum fyrsta landsdysti var við til at fáa ein orduligan umgang í Sveis. Mikudagin eftir dystin var lagið tó øðrvísi betri, og orsøkin var eisini sjálvsøgd.
- Vit bitu í øllum førum meira frá okkum í dag, so tað var ein øðrvísi uppliving.
Og tað at spæla móti slíkum stjørnum. Var tað eisini ein av orsøkunum til, at tú valdi at siga ja til landsliðsfótbólt?
- Hetta eru sjálvandi stórar avbjóðingar. Talan er jú um leikarar í heimsflokki, men tá vit fyrst eru á vøllinum, so eru teir tíbetur eisini bara menniskju. Og tí bar eisini til hjá okkum veruliga at fara í teir.
Og tað sá heldur ikki út til, at tit høvdu so øgiliga stóra virðing fyri teimum?
- Vit høvdu ta virðing fyri teimum, sum teir høvdu uppiborið. Men vit vóru ikki bangnir. Bólturin er jú rundur, og alt kann henda á einum vølli.
Fyrstu 20 minuttirnar ella so hevði føroyska liðið eisini sera gott tak á stjørnunum. Og sjálvur sigur Claus, at hetta var løtan, har føroyska liðið skuldi gjørt meira um seg.
- Eg haldi sjálvur, at vit taka teir á bóli. Høvdu vit tá megna at skorað, so kundi dysturin væl verið øðrvísi. Men hinvegin, so sigur tað seg eisini sjálvt, at vit ikki kundu halda slíkum trýsti ein heilan dyst.
- Og seinna hálvleik haldi eg eisini, at vit hava hampuligt tak á. Ikki minst eftir at Vieira verður útvístur. Men so fáa teir hatta kontra-málið, har teir sløkkja ljósið.
Og eftir avrikið mikukvøldið duldi hálvi vestmenningurin ikki, at talan hevði verið um hart stríð.
- Vit brúka eina øgiliga rúgvu av kreftum, men tað gav eisini úrslit. Ikki minst fáa vit fatur á nógvu av næstu-bóltunum, so sjálvandi vóru vit troyttir. Men tað bilar so heldur einki, staðfesti hann at enda.