Hesar bøkurnar vóru mest lisnar í Føroyum fjør

Tað eru teir føroysku rithøvundarnir, sum eru nógv best umtóktir

Lesihugurin hjá føroyingum var nógv størri í fjør enn hann plagar at vera. Tað siga tey í bókhandlinum, Rit og Rák, har tey hava gjørt árið í fjør, upp.

Tey siga, at í fjør varð sølan av bókum heili 10 prosent hægri enn hon var í 2021 og samstundis setti sølan á internetinum met. Men tað var serliga, tá ið korona gekk av álvara í landinum, ella í mars og í apríl at sølan á internetinum setti met. Men tey leggja afturat, at tað gjørdi jólasølan í desember eisini.

Tey hava eisini gjørt ein lista yvir tær tíggju bøkurnar, sum fólk keyptu mest av í fjør. Og tað er alt føroyskar bøkur, tí tað er bara ein danskur rithøvundur, sum rakk upp á listan, men tað var fyri eina bók, sum er týtt til føroyskt, nevniliga barnabókin »5 minuttir long avintýr«.

Men annars eru mest lisnu bøkurnar í fjør, hesar:  

1. Paranoia - Jógvan Isaksen

2. Heimabakstur og Ítriv - Ranvá Knudsen

3. Skakandi tilburðir 15 – John S. Myllhamar

4. Fjallanøvn í Føroyum - Eivind Weihe

5. 5 minuttir long ævintýr – Peter Gotthardt

6. Ein annar er gull - Sólrún Michelsen

7. Millum fjals og fjøru - Jógvan Arge

8. Sum rótskot - Marjun Syderbø Kjelnæs

9. Ein táttur er silvur - Sólrún Michelsen

10. Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar - Jóan Pauli Joensen

Men í Rit og Rák hava tey eisini ansað eftir, at tey eisini hava selt rættiliga nógv av bókini, Góðaráð, eftir Jonhild Henriksen. Tað er ein bók við uppskriftum, sum upprunaliga kom út í 1987. Góðaráð er nú komin út í seks útgávum og henni fáa føroyingar ikki nokk av, tí aftur í ár var hon ein av teimum bókunum, sum tey seldu mest av.