Jógvan Joensen er ein av trimum finalistum í donsku X Factor kappingini, og fríggjakvøldið skal Jógvan á pallin í Boxen í Herning.
Jógvan skal syngja stóra Coldplay-hittið Yellow, og síðani skal hann eisini hava framførslu saman við rockbólkinum Ulige Numre, og tá verða sangirnir Halvnøgen og København framførdir.
Teir báðir fremstu finalistarnir í atkvøðugreiðsluni sleppa eisini at framføra teirra persónliga vinnarasang, ið er skrivaður til høvið.
Ivarsson, Bang & Neumann
• 'The High Road' hjá Broken Bells
• Gestaframførsla: Julias Moon, 'Palace' og 'Lipstick Lies'
Jógvan
• 'Yellow' hjá Coldplay
• Gestaframførsla: Ulige Numre, 'Halvnøgen' og 'København'
Emilie
• 'If I Were A Boy' hjá Beyoncé
• Gestaframførsla: Stine Bramsen, 'The Day You Leave Me' og 'Karma Town'