Hesar ætlar United at keypa

Manchester United hevur ætlanir um at keypa seks stjørnuspælarar fyri meira enn tvær milliardir krónur í summar

Bretskir miðlar halda seg í dag vita, hvat fyrsta summarkeypið hjá Manchester United verður til komandi kappingarár. Tað er Real Madrid leikarin, James Rodriguez, ið sum skilst kemur at vera kunngjørdur í Manchester United innan stutta tíð.

 

Men James Rodriguez verður ikki einasti nýggi leikarin í Manchester United í summar. Í øllum førum skrivar The Guardian, at Manchester United eisini hevur ætanir um at keypa fimm aðrar leikarar, har samlaði keypsprísurin fyri allar verður útvið 2,6 milliardir krónur.

 

Sambært The Guardian ætlar Manchester United at styrkja um hópin við framherjunun, Antoine Griezmann úr Atletico Madrid, Romelu Lukaku úr Everton og Andrea Belotti úr Torino. Við verjukendu leikarunum, Eric Dier úr Tottenham og Michael Keane frá Burnley, og við áðurnevna James Rodriguez frá Real Madrid eisini.

 

Tó skulu tíðindini takast við fyrivarni, tí hóast Manchester United helst fer at styrkja um álopspartin við nýggjum álopsleikarum í summar, er lítið sum bendir á, at heili tríggir nýggir áleyparar vera keyptir til felagið.