Hóast tað eru næstan trý ár til næsta forsetaval, so eru demokratarnir byrjaðir at fyrireika seg til næsta forsetaval. Undanvalini byrja um tvey ár og nú byrja møgulig valevni so smátt at gera vart við seg.
Fyrsta valevni boðaði frá longu í juli í fjør, at hann fór at stilla upp á demokratiska undanvalinum at gerast forseti. Tað er John Delaney, kongresslimur úr Maryland. Hann er eisini byrjaður valstríðið, tí undir Superbowl-finaluni fyri nøkrum vikum síðani, kom eisini fyrsta sjónvarpslýsingin í hansara valstríðið.
John Delaney er 54 ára gamal og verður mettur at vera ein demokratur, sum liggur inn móti miðjuni. Hann er sum sagt tann einasti, sum alment hevur boðað frá, at hann fer at stilla upp.
51 ára gamla Kirsten Gillibrand er ein av kvinnunum, sum mong meta umhugsar at stilla upp. Hon hevur sitið í Senatinum síðani 2009 og ber orð á sær fyri at verja liberal prinsipp eins og at megna at skapa tvørpolitiska semju. Hon hevur fyrr noktað, at hon ætlar sær at stilla upp, men seinastu tíðina hevur hon ikki verið líka avgjørd, tá hon er spurd.
53 ára gamla Kamala Harris hevur bara sitið í senatinum í eitt ár, og tí eru smá fimm ár til næsta val. Kortini er hon longu farin at savna pening saman og nógv vænta, at orsøkin er, at hon umhugsar at stilla upp til forsetavalið. Fyrrverandi varaforsetin í USA, Joe Biden, hevur umtalað hana sum eitt møguligt valevni.
Cory Booker hevur umboðað New Jersey í senatinum síðani 2013. Hann ber orð á sær at vera ein hóvligur demokratur, men sera atfinningarsamur móti Donald Trump, forseta. 48 ára gamli politikkarin situr í bæði rættarnevndini og uttanríkisnevndini í senatinum.
57 ára gamla Amy Kobluchar hevur sitið í senatinum í 11 ár, og hevur longu í nógv ár verið umtalað sum ein komandi stjørna í demokratiska flokkinum. Serfrøðingar meta, at av kvinnunum, sum møguliga stilla upp, er hon tann minst vinstrahalla.
68 ára gamla Elizabeth Warren bleiv landskend, tá Donald Trump her fyri kallaði hana fyri Pocahontas. Hon hevur fleiri ferðir sagt, at nú er upp á tíðina, at USA fær ein kvinnuligan forseta, og hon er eisini tann kvinnan, sum oftast verður nevnd í valevniskjakinum. Hennara vansi er kanska, at hon hevur orð á sær at vera ov liberal fyri amerikanska veljaran.
60 ára gamli Andrew Cuomo er guvernørur í New York og verður væntandi afturvaldur í heyst. Mong meta tó, at hann tá fer at byrja valstríðið til forsetavalið. Hann verður eisini mettur at liggja inn móti miðjuni í amerikanskum politikki.
76 ára gamli Bernie Sanders stríddist leingi móti Hillary Clinton undan farna valið, men mátti at enda gevast. Hann fekk stóra undirtøku millum ungar amerikanarar og mong bæði vænta og vóna, at hann roynir seg enn einaferð.
Ein annar vælkendur, eldri harri, er fyrrverandi varaforsetin Joe Biden. Hann stillaði upp í 2008, men tapti móti Barack Obama, sum síðani valdi hann til varaforseta. Mong væntaðu, at hann fór at stilla upp seinast, men stutt undan valstríðnum andaðist sonur hansara. Joe Biden er í dag 75 ára gamal, men vil ikki vísa aftur, at hann stillar upp í 2020.
Eitt annað fyrrverandi valevni, John Kerry, sum tapti forsetavalið móti George W. Bush, verður eisini nevdnur í kjakinum.
Oprah Winfrey bleiv nevnd sum eitt møguligt forsetavalevni eftir hennara talu á Golden Globe hátíðarhaldinum, men sjálv hevur hon noktað fyri hesum síðani.