Hesi eiga nýggja oljufelagið

Fýra stór føroysk reiðarí fara nú sjálvi at selja olju

 

Nýggja oljufelagið, Krafta, fer at taka kappingina upp við tey bæði gomlu oljufeløgini, Magn og Effo, um at selja olju til skip í Føroyum.

Sum vit skriva á øðrum stað her á síðuni, so er ætlanin at byggja oljugoymslu á Hulki á Strondum.

Tað eru fýra stór føroysk reiðarí, sum eiga nýggja oljufelagið saman við tveimum øðrum.

 

  • Smyril Line eigur 20 prosent
  • Framherji eigur 20 prosent
  • JFK eigur 20 prosent
  • Farcod eigur 20 prosent
  • Rói Kalsø eigur 10 prosent
  • 380 Consult v/Leif Hovgaard eigur 10 prosent

 

Fólkini aftan fyri nýggja oljufelagið hava áður sagt, at tað er pláss fyri fleiri enn tveimum oljufeløgum á føroyska oljumarknaðinum. Teir hava eisini sagt, at tað verður øllum samfelagnum til gagns við meiri kapping.

Nevndarformaður í nýggja oljufelagnum er fyrrverandi forstjórin í BankNordik, Árni Ellefsen. Nevndarlimir eru Jóhanna Køtlum og Rói Kalsø.

Rói Kalsø er stjóri, og Leif Hovgaard er sølustjóri. Teir hava báðir drúgvar royndir í oljuvinnuni í Føroyum og hava starvast hjá Magn samtakinum í tilsamans 27 ár.

Nýggja oljufelagið hevur eisini áður boðað frá, at oljugoymslan, ið Krafta fer at lata byggja, verður eitt íkast til tilbúgvingina í Føroyum, havandi á huga, at oljugoymslurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar sambært tilmælinum hjá International Energy Agency, IEA.

Til oljugoymslan stendur klár veitir Krafta gassolju til skip í Føroyum og uttanlands, eins og felagið bjóðar oljumekling og ráðgeving til skip og virkir.

 

P/F Framinvest, sum eigur P/F Framherja, eigur eisini í oljufelagnum Effo, har ognarluturin er 5 prosent. P/F Kolon, sum P/F Tjaldur eigur, eigur meirilutan, 52 prosent, í P/F Effo. 

 

P/F Orkufelagið eigur allan partapeningin í P/F Magn. Sambært Skráseting Føroyar sæst bara, at íslendska felagið, SKEL Fjárfestinafélag eigur 48 prosent av partapeninginum. Upplýst verður ikki, hvør eigur hini 53 prosentini av partapeninginum.