Tey tilnevndu eru:
Ársins útgáva
Brimheim - Ratking
Eivør - Enn
Lena Anderssen - State of the Land
Hamferð - Men Guðs Hond Er Sterk
Lea Kampmann – Seinferð
Ársins Serútgáva
Tjant – Ógreiða
GØ – Ævir, amen
Flytifólk - Flytifólk
Sunleif L. Rasmussen - Regin Smiður
Jósef Zachariassen – Fugloy
Ársins Sangur
Romeo – Beinir
Dugir tú at tosa føroyskt - Lena Anderssen
Hugsi bert um teg – Eivør
Tosa við meg – Ókendir
Setandi sól - Heidrik, Guðrið Hansdóttir
Ársins Tónaskald
Helena Heinesen Rebensdorff
Eivør Pálsdóttir
Sunleif Rasmussen
Lena Anderssen
Pauli Í Sandagerði
Ársins Spíri
gówa
Ókendir
Hettarher
Jólasoul
Simona Paula
Ársins Tónleikari (framføra)
Harald Fonsdal Johannesen
Ari Johannesen
Jón Festirstein
Rógvi á Rógvi
Kristian Pauli Ellefsen
Ársins Tekstur
Mánadrongur - Trygvi Danielsen
Nú ert tú moldin - Lea Kampmann og Teitur Lassen
Lívsandin - Marjun Syderbø Kjelnæs
Tekin uppá lív - Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge)
Nætur níggju - Hamradun (Pól Arni Holm)
Ársins Myndlistarligi Samleiki
Aggrasoppar Plátuhúsi og útgávukonsert
Flower-Punk / Axe-Killer-poppbólkurin Aggrasoppar er ein av mest visuellu og skapandi tónleikabólkunum í Føroyum. Í fjør gjørdi bólkurin veruliga um seg við plátuni døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG. Plátuhúsin er sera sjónligur og vísir samansettu plátuna, sum í roynd og veru eru tvær EP'ir. Visuella upplivingin gjørdist enn størri á útgávukonsertini, tá ið áskoðararnir vórðu heintaðir í býbussi í Steinatúni og koyrdir runt til ymisk konsertstøð í høvuðsstaðnum. Fyrst í náttklæðum í handlinum hjá Jysk, síðani í arbeiðsklæðum í havabúðini hjá Borg og at enda í djóramaskum í Sjósavninum. Allir sansir vórðu kýndir – frá tónleiki og visuellari list til smakkin av heimagjørda durðasnapsinum, ið varð skonktur. Enn tá lýsingin fyri konsertina var sett upp sum krossorðagáta, sum áskoðararnir máttu loysa fyri at finna tíð og stað.
Joe & The Shitboys
Plátuhúsi, útgávukonsert og videoløg Joe & The Shitboys hevur hildið fast í sama konsepti, síðani bólkurin varð stovnaður. Søgan um tekningina, teir funnu, tá ið teir ruddaðu í evningarstovuni í gamla Kommunuskúlanum, gerst ikki gomul. Tí er tað stuttligt at síggja, at bólkurin framvegis heldur fast í sama plátuhúsa við navni og grafiskum samleika. The Reson for Hardcore Vibes III er í stuttum gjøgnumførd og samanhangandi, har bæði tónleikur og visuellur stílur ganga upp í eina hægri eind. Á útgávukonsertini í Perluni varð heimagjørda punkkonseptið ført víðari við loppumarknaði við slitnaðum mikrofonleidningum og øðrum skrambli. Í Mr. Nobody-videolagnum kemur visuella tilvitanin til sjóndar, har hvør detalja er væl umhugsað. Heilt niður til veggjaprýðið í kamarinum hjá Mr. Nobody, har klassiskar plakatir og plátuhúsar eru broyttar til at vera av Joe & The Shitboys.
Hamferð
Plátuhúsi, pallbúnar og útsjónd og videoløg Hamferð hevur altíð verið bólkur, har tað visuella gongur hond í hond við tónleikin. Hetta var eyðsýnt bæði á útgávukonsertini í Sjónleikarhúsinum og eitt nú á G! Festivalinum í fjør. Svørtu klædningarnir, sum hava verið ímyndin av Hamferð, eru nú skiftir út við nýggj, sniðgevin klæði frá Maibritt Marjunardóttir. Hetta er gjøgnumførd og tilvitað menning av teirra pallbúnum. Plátuhúsin, sum er listprýddur av Nick Morte, eins væl og blóðreyða vinylin, eru listaverk í sær sjálvum og hóska væl til álvarsama innihaldið, sum tekur støði í skaðagrindini í Sandvík. Hamferð gav trý videoløg út í fjør. Øll stuðla myrka samleikanum, har samspælið millum menniskju og náttúru verður sett í miðdepilin. Videoløgini eru væl frágingin, og her gongur tónleikur, myndamál og søga upp í eina hægri eind.
Silvurdrongur
Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept og stuttfilmur Plátuhúsin hjá Silvurdreingi er einastandandi flottur. Hann er prýddur við myndum og umboðar samstundis ein av mest visuellu tónlistafólkunum í fjør. Her var alt ómetaliga gjøgnumført – frá teimum støðugu navnaskiftunum á sosialu miðlunum, til tað avbleikta hárið og kvinnuklæðini, hann bar á palli og nýtsluna av ljósi og myrkri í sínum framførslum. Hetta sást eisini aftur í tónleika stuttfilminum “Transformatión", ið hann lat úr hondum. Hvør smálutur var við til at vísa umskiftið ella skuldi man sagt transformatiónina.
Eivør
Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept, videoløg og fjepparalutir Í fjør helt Eivør á við tætta samstarvinum við klædnasniðgevar, sum gera hennara serstøku pallbúnar. Hetta gav framførslunum gjøgnumført og stílrent pallkonsept, sum í samspæli við ljósarbeiðið skapti heildaruppliving fyri áskoðaran. Saman við ljóssniðgevanum, Egil Barclay Høgenni Hansen, skapti hon visuelt univers, sum veruliga rammar hennara framførslur inn og styrkir listarliga úttrykkið, har ið fjepparalutir við eitt nú Eivør skrivað í siðbundnum tungmálssniði eisini eru partar av hesum universi. Eivør gav út fleiri vøkur og væl frágingin videoløg, har serliga Upp úr øskuni skaraði framúr.