Hesi eru í uppskoti til at verða ársins leiðari í Føroyum

Ársins leiðarar verða kosin fríggjadagin

Fríggjadagin fara tey at velja ársins leiðarar í Føroyum, og tað verður á leiðararáðstevnu í Havn næsta fríggjadag at tað hendur. Og nú er tað komið hartil, at seks leiðarar eru í uppskoti til at verða ársins leiðarar. Talan er um tríggjar leiðarar hjá tí almenna og tríggir leiðarar hjá tí privata.

 

– Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa, siga tey í Synergi, sum skipa fyri ráðstevnuni.

 

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2019, hevur nú funnið fram til trý valevni hjá tí almenna og trý valevni hjá tí privata. Í dómsnevndini eru Christian Nagata, sjóri á Sendistovuni, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.

 

Tey trý valevnini at verða ársins leiðari hjá tí almenna, eru:

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

 


Tey trý valevnini at verða ársins leiðari hjá tí privata, eru:

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri í SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri áSprotanum