Hesi hava fingið starvsløn

Mentanargrunnur Landsins hevur avgjørt at lata 40 umsøkjarum starvslønir í tilsaman 173 mánaðir.

Nevndin í Mentanargrunninum hevur á fundi avgjørt at lata 40 umsøkjarum starvslønir í tilsamans 173 mánaðar. Tað skrivar nevndin í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

Trý-ára starvslønin fer til myndlistakvinnuna Hansinu Iversen, meðan eitt-ára starvslønirnar fara til rithøvundarnar Vónbjørt Vang og Marjuna Syderbø Kjelnæs. Harumframt hevur nevndin avgjørt at lata fimm listafólkum seks-mánaðar starvsløn. Tey eru Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Ingun Christensen, rithøvundar, og Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk og Sámal Blak, marglistafólk. Harafturat eru 32 styttri starvslønir játtaðar, fýra av hesum eru til týðingar.

 

 

Inn komu tilsamans 128 umsóknir til starvslønir. Sammett við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum og myndlistafólkum. Grunnurin hevur eisini heimild at lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta listaarbeiði. Tað komu 17 umsóknir til íverksetan.

 

 

Tey, sum hava fingið stuðulin til íverksetan í ár, eru: Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marglistafólk, Búi Roach, koreografur og Jóhannus á Rógvu Joensen, tónleikari og framleiðari. Grunnurin fekk tilsamans 145 umsóknir, sum vóru á høgum góðskustigi, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum mongu vælkvalifiseraðu umsóknirnar.

 

 

Tað, sum hava fingið starvsløn eru: 

 

 

 

Jákup Sørensen, 3 mánaðir

Solby Anna Christiansdóttir, 2 mánaðir

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, 3 mánaðir

Jens Dam Ziska, 3 mánaðir

Anja Tell, 2 mánaðir

Anný Djurhuus, 3 mánaðir

 

 

 

Kári Sverrison, 2 mánaðir

Ingun Christiansen, 6 mánaðir

Carl Jóhan Weikert Jensen, 6 mánaðir

Hans Tórgarð, 2 mánaðir

Martin Christiansen, 6 mánaðir

Jóanes Nilsen, 6 mánaðir

 

 

 

Guðrið Poulsen 1 mánað

Marjun Syderbø Kjelnæs, 12 mánaðir

Niclas Johannesen, 3 mánaðir

Knút Olsen, 2 mánaðir

Rannvá Holm Mortensen, 1 mánað

Hansina Iversen, 3 ár

Heðin Ziska Davidsen, 3 mánaðir

Rakel Helmsdal, 3 mánaðir

Frants Jensen, 1 mánað

 

 

 

Tóroddur Poulsen, 3 mánaðir

Hans Jacob Kollslíð, 2 mánaðir

Anna Sofía Jørgensen, 3 mánaðir

Lena Nicolajsen, 3 mánaðir

Janus á Húsagarði, 3 mánaðir

Mattias D. Kapnas, 3 mánaðir

Tummas Jákup Thomsen, 3 mánaðir

Maria Winther Olsen, 3 mánaðir

Torfinnur Jákupsson, 3 mánaðir

 

 

 

Vónbjørt Vang, 12 mánaðir

Sámal Blak, 6 mánaðir

Sakaris Stórá, 3 mánaðir

Kim Simonsen, 3 mánaðir

Bruno Mikael Eysturstein, 3 mánaðir

Durita D. Andreassen, 2 mánaðir

Sigrun Gunnarsdóttir, 3 mánaðir

Dávur Djurhuus, 3 mánaðir