Arbeiðið at gera gera Fámjinstunnilin varð boðið út her fyri. Trý feløg lótu boð inn, tey vóru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard, sum hava bjóðað uppá nýggja Fámjinstunnilin.
Og tað vísti seg, at tað var J&K Petersen, sum hevði lægsta tilboðið, tí tey bjóða sær til at gera tunnilin fyri 155,5 milliónir. Articon kann ger arbeiðið fyri 157,6 milliónir, so har var ikki stórur munur á. MT Højgaard var væl dýrari, tí tey skulu hava 218,7 milliónir fyri arbeiðið.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini og væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi ári. Gongur arbeiðið sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024, sigur Landsverk.