Nú er greitt hvørji lið skulu hittast í hálvfinalunum í kappingini í Løgmanssteypið. Lutakast hevur í kvøld verið í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya.
Tað fløskaði seg soleiðis, at føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr Víkingi hittast, meðan NSÍ og HB mynda hina hálvfinaluna.
Fyrstu hálvfinalurnar verða í Runavík og í Gøtu 21. mei, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar 3. juni. Steypafinalan verður 29. august.