Hesi jólatrø verða tendrað í dag

Í allan gjár vórðu jólatrø tendraði kring landið, men enn vænta fleiri.

Í allan gjár vórðu jólatrø tendraði kring landið, men enn eru nøkur eftir, sum skulu tendrast.

 

Tórshavnar kommuna boðar á síðuni hjá teimum frá, at í dag verða jólatrø tendrað á hesum støðum:


Kl. 15 við skúlan í Kollafirði. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, heldur røðu

Kl. 15.30 í Hesti. Palli Petersen frá Frelsunarherinum heldur røðu.
Siglt verður av Gomlurætt kl 14.30 og úr Hesti kl 17.35.

 

Kl. 17 í Nólsoy. Tjóðhild Patursson og Marjun Bæk, prestur, halda røðu. Havnar Hornorkestur fer at spæla.

Siglt verður úr Havn kl 16.20 og úr Nólsoy kl 19.25.

 

Kl. 17.30 við skúlan í Hoyvík. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur, halda røðu. 

 

Kl. 18 í Norðadali. Jákup Dam, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røðu.