14 føroyingar og 8 danir kunnu vænta endurgjaldskrav í samband við Eik-málið.
Carsten Fode, advokatur, hevur gjørt tvær ymiskar frágreiðingar. Onnur um føroyska Eik Banka, hina um danska dótturbankan.
Í báðum førum hevur advokaturin gjørt ein lista yvir tey fólkini - leiðsla og nevndarlimir - sum hann mælir Fíggjarligum Støðufesti at reisa endurgjaldskrav ímóti.
Fyri føroyska bankan eru hesi nevnd:
- Frithleif Olsen (nevndarformaður, í nevndini síðani mars 2003)
- Odd Arild Bjellvåg (næstformaður, í nevndini síðani mars 2004)
- Tormund A. Joensen (nevndarlimur síðani oktober 1997)
- Rakul Dam (nevndarlimur síðani oktober 2001)
- Rólant Vidtfeldt (nevndarlimur síðani mars 2003)
- Gert Langgaard (nevndarlimur síðani mars 2004)
- Petur D. W. Hammer (nevndarlimur síðani mars 2004)
- Jákup Egil Jensen (nevndarlimur síðani mars 20. mars 2009)
- Marian Jacobsen (nevndarlimur síðani mars 2003, fór úr nevndini 20. mars 2009)
- Fia Selma Nielsen (nevndarlimur síðani apríl 2008, fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Mathea Hilduberg (nevndarlimur síðani apríl 2004, fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Finnbogi Niclasen (nevndarlimur síðan i mei 2001, fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Marner Jacobsen (stjóri síðani mars 1999)
- Bjarni Olsen (stjóri síðani mei 1999)
Fyri danska Eik Bank kunnu hesi vænta endurgjaldskrav:
- Marner Jacobsen (nevndarlimur síðani september 2001, nevndarformaður frá 31. januar 2005 til 18. okt. 2010)
- Henrik Ørsted (nevndarlimur síðani februar 2001, næstformaður frá 31. januar 2005 til 18. oktober 2010)
- Knud Strange (nevndarlimur frá 7. februar 2001 til 16. mars 2009)
- Benny Hofmann (nevndarlimur síðani 16. mars 2009)
- Jette Aakerhjelm Christensen (starvsfólkavaldur nevndarlimur síðani 16. mars 2009)
- Torben Vogelius Andersen (starvsfólkavaldur nevndarlimur síðani 16. mars 2009)
- Brian Toft (stjóri frá 7. februar 2001 til 1. januar 2009)
- Jesper Clausen (stjóri frá 1. oktober 2006 til 30 september 2010).
- Kim Sandberg (stjóri frá 1. september 2008 til 18. oktober 2010)
Frágreiðingin fyri føroyska Eik Bank kann lesast her.
Frágreiðingin fyri danska Eik Bank kann lesast her.