Hesi mistu vit í 2013

Politiskir profilar sum Mandela, Thatcher og Chavez vóru millum tey, sum fóru í farna ári. Her eru nøkur av teimum altjóða kendu, sum vit mistu í 2013

Nelson Mandela
Suðurafrikanski landsfaðirin var ein fyrimynd, eftir at hann kom úr fongsli og uttan hevndarhug ella beiskleika endurreisti land sítt. Hann verður roknaður sum ein av størstu politisku fyrimyndum í nýggjari tíð, fekk fleiri enn 250 heiðurslønir av ymsum slagi, og eftir at hann í eina tíð hevði havt vánaliga heilsu, fór hann hiðani. Hann varð 97 ár.

Margareth Thatcher
Bretska jarnkvinnan var umstrídd. Øll áttatiárini sat hon við valdið í Bretlandi. Hon var í kríggi við Argentina, støðugt í stríði við fakfelagsrørsluna og vinstravongin, og hon stóð í kalda krígnum rimmarfast við síni borgarligu sjónarmið. Hon doyði av hjartatilburði 87 ára gomul.

Peter O’Toole
Virdur bretskur-írskur sjónleikari, sum fekk gjøgnumbrot í stórfilminum um Lawrence of Arabia. Hann varð sjey ferðir tilnevndur til Oscar heiðursløn, men hann onga av teimum. Hann vann aðrar heiðurslønir og var mettur sum ein framúr góður sjónleikari. Hann gjørdist 81 og doyði eftir longri sjúkralegu.

Lou Reed
Eftir eitt tíðarskeið í bókinum Velvet Underground, byrjaði Lou Reed sína solokarrieru sum tónleikari í 1972. Hann var langt frá mainstream, men gjørdist víðagitin fyri sín sermerkta og poetiskt sterka tónleik. Doyði av livrasjúku 71 ára gamal.

Paul Walker
Bert 40 ára gamli sjónleikarin, sum var kendur frá bilfilmunum The Fast And The Furious, doyði í ferðsluvanlukku. Tað var bæði tragiskt og tragikomiskt, at hann skuldi enda sínar dagar á hendan hátt í bestu árum.

Tom Clancy
Tryggingarmaðurin fekk gjøgnumbrot sum rithøvundur, tá ið hann skrivaði spenningssøguna The Hunt For Red October í 1984. Skrivaði síðani fleiri stórseljandi skaldsøgur – eitt nú fleiri um Jack Ryan, ið eru gjørdar til film. Hann varð 66 ára gamal.

David Frost
Bretin hevði eitt langt lív sum fjølmiðlamaður. Hann gjørdist millum annað kendur fyri tiltikið Nixon-interview, sum varð gjørt til filmin Frost/Nixon. Fekk hjartatilburð umborð á skipnum MS Queen Elizabeth og doyði 74 ára gamal.

James Gandolfini
Amerikanskur sjónleikari, sum var kendur frá bæði filmi og sjónvarpi. Millum annað kendur sum mafialeiðari í røðini The Sopranos. 13 ára gamli sonurin fann hann lívleysan á gistingarhúsinum í Rom, har teir báðir búðu í sambandi við ein filmsstevnu, teir skuldu á. Hann fekk hjartatilburð og doyði bert 51 ára gamal.

Hugo Chavez
Forseti í Venusuela frá 1999 og til deyðadagin í mars 2013. Hann var arbeiðaradrongurin, sum gjørdist herleiðari, uppreistrarmaður og síðani forseti. Hann var sjúkur av krabbameini, tá ið hann doyði 58 ára gamal.

Patti Page
Ein av gomlu amerikansku poppstjørnunum, sum seldi yvir 100 milliónir plátir. Mest seljandi kvinnan í 50’ara tónleiki. Hennara útgáva av Tennessee Waltz var ein av mest seldu sangum í farnu øld.

Henning Larsen
Danski arkitekturin, ið hevði Arne Jacobsen og Jørn Utzon sum lærumeistarar, telist millum bestu norðurlendsku arkitektar í nýggjari tíð. Teknaði bygningar í nógvum londum – millum annað nýggju Operuna í Keypmannahavn.

Mel Smith
Skemtarin og sjónleikarin, sum vit kenna frá sjónvarpsrøðini Heimsins vánaligastu vertir, var 60 ára gamal, tá ið hann í fjørsummar fekk ein hjartatilburð og doyði.

Slim Whitman
Amerikanski countrysangarin, ið kundi syngja høgt, seldi umleið 120 milliónir plátur. Í 1950 var hann á konsertferðum við Elvis Presley, men sum tíðin leið hann var meira frammi í Europa – og serliga Bretlandi. Hann gjørdist 90 ára gamal.